U20-kvinnur: Skulu spæla um 23. pláss

Okkara megnaðu ikki, í nóg stóran mun, at steðga vælvaksnu langskjúttunum hjá Argentina, sum vunnu 30-24, eftir 17-12 í hálvleikinum.

Tað var Argentina, sum løgdu seg á odda og setti seg á dystin frá byrjan. Liðið hevði fleiri høgar langskjúttar, sum kundu skjóta langt útifrá, og tær skutu væl. Føroyar hingu tó væl í, og vóru tað serliga Silja Geirsdóttir Eystberg og Rakul Borgarlíð Joensen, sum vóru eyðsýndar í fyrra hálvleiki. Tað vóru bert tær báðar sum gjørdu mál, ávikavist 7 og 5 í part. Føroyar høvdu ein laka løtu um miðjan hálvleik, har ov nógvar tekniskar villur kostaðu og Argentina kom fram um við 6, áðrenn okkara minkaðu aftur. Liðini fóru til hálvleiks við 17-12 til Argentina. Hóast Føroyar vardu væl frá byrjan í seinna hálvleiki, so høvdu okkara ilt við at gera mál. Tað var serliga á vengrunum, har úrtøkan var verri enn vanligt í dag, og tað gingu eisini heili 42 minuttir av dystinum, áðrenn annar leikarin enn Silja og Rakul fingu mál. Seinni hálvleikur var tó meira javnur enn fyrri, men endaði dysturin 30-24 til Argentina.

Eftir dystin var Silja Geirsdóttir Eystberg kosin besti leikari í dystinum í dag. Silja hevði veruliga innstillað kanónina í dag. Hon gjørdi heili 13 mál uppá 15 royndir, harav 9 uppá brotskøst. Seinasti dysturin hjá Føroyum verður í morgin kl. 04.45, føroyska tíð. Tá spæla Føroyar um 23. plássið av teimum 32. Dysturin verður móti Algeria.

Dystargongdin Argentina – Føroyar:
5 min. 2-1
10 min. 6-3
15 min. 8-6
20 min. 13-7
25 min. 14-10
30 min. 17-12
35 min. 17-12
40 min. 20-13
45 min. 21-16
50 min. 24-20
55 min. 27-23
60 min. 30-24

Málskjúttar hjá Føroyum:
Silja Geirsdóttir Eystberg 13 (9)
Rakul Borgarlíð Joensen 7
Mira Bendix Laursen 3
Asta Sofía Finsdóttir Hansen 1

Málverjar:
Gylta Djurhuus á Neystabø 35 min. 5 bjargingar, 22%
Maria Beder 25 min. 1 bjarging, 10%

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni