Bólkur: Tíðindi

Helgi innkallaður

27. desember 2023

Helgi Hildarson Hoydal verður partur av EM-hópinum, sum skal til Berlin í januar. Helgi er innkallaður, og verða tað sostatt 19 mans, sum fara avstað til Týsklands.

22. desember 2023

Øllum hondbóltsvinum nær og fjar verður ynskt eini gleðilig jól og gott nýggjár!

Enn eru EM-atgongumerki til sølu

21. desember 2023

HSF hevur enn nøkur atgongumerki til EM-dystirnar í Berlin til sølu. Ynskir tú at síggja Føroyar møta Slovenia, Noreg og Póllandi, kanst tú skriva til hsf@hsf.fo og hoyra meira.

Atgongumerkjasølan gongur væl

20. desember 2023

Fríggjadagin 5. og leygardagin 6. januar spælir føroyska manslandsliðið EM fyrireikingardystir móti Belgia í Høllini á Hálsi. Atgongumerkjasølan gongur væl, so vilja tit síggja Føroyar á heimavølli undan EM, er at skunda sær at keypa á atgongumerki.fo. Dystarbyrjan er báðar dagarnar kl. 19.30.

Ritgerð um áskoðaraávirkan á kvinnuligar hondbóltsleikarar

19. desember 2023

Herfyri var Drós Ragnarsdóttir og helt áhugaverda framløgu fyri ÍSF í sambandi við høvuðsritgerð sína í Sport and Exercise Psychology frá Manchester Metropolitan Univerity. Drós hevur eisini verið í Kringvarpinum og greiddi frá áhugaverdu niðurstøðunum.

Byggja saman Borg

14. desember 2023

P/F Borg verður eisini ein av sjónligu stórstuðlunum hjá HSF fram til 2026. HSF og Borg hava longt verandi sponsorsamstarv.

Fram saman við P/F Leif Mohr

12. desember 2023

Hondbóltssambandið og P/F Leif Mohr hava longt sponsorsamstarvið, har fyritøkan verður ein av sjónligu stórstuðlunum hjá HSF fram til 2026.

Ein loysn frá Sendistovuni