Dortmund here we come!

Soleiðis sungu føroysku áskoðararnir seinastu løtuna, tá tað var greitt, at Føroyar við greiðum sigri á Paraguei, komu víðari til meginumfarið í Dortmund. Kvinnurnar vunnu trygt 36-25, eftir at okkara vóru frammanfyri 16-13 við steðgin.

Føroysku kvinnurnar settu seg á dystin frá byrjan, og vunnu sær trygga leiðslu. Okkara brendu tó heldur illa um miðjan fyrra hálvleik og fram til hálvleiks, og vóru tískil einans trý mál frammanfyri í hálvleikinum, 16-13. Okkara vóru tó hvassari í seinna hálvleiki, hóast venjararnir skiftu nógv út. Marianna Eystberg, Marita Mortensen og Elsa Egholm spældu nógv í bakketuni og Karin Egholm og Anna Elisabeth Weyhe á hvør sínum vongi. Tær tóktust svangar, og øktu so líðandi um leiðsluna og vóru seinastu 10 minuttirnir ein avgreiðsluspurningur. Fantasktiska áskoðarafjøldin sang “Dortmund here we come, na na na na na” og gjørdist talan um eina sanna føroyska hondbóltsveitslu í høllini við 2800 áskoðarum í Trier. Føroyar vunnu greitt, 36-25.

Eftir dystin var Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen kosin besti leikari í dystinum av IHF og Maria Pálsdóttir Nólsoy av sona.fo. Í morgin gongur leiðin til meginumfarið í Dortmund, har Týskland, Ísland og Serbia verða mótstøðuliðini.

Málskjúttar hjá Føroyum:

Maria Pálsdóttir Nólsoy 6
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 5
Lív Sveinbjørnsdóttir Nólsoy 4
Súna Krossteig Hansen 4
Marianna Geirsdóttir Eystberg 4 (2)
Pernille Brandenborg 3
Karin Egholm 2
Jana Mittún 2
Marita Mortensen 2
Rannvá Olsen 2
Bjarta Johansen 1
Elsa Egholm 1

Dystargongdin Føroyar – Paraguei:
5 min. 3-3
10 min. 7-3
15 min. 11-7
20 min. 11-8
25 min. 13-11
30 min. 16-13
35 min. 19-14
40 min. 21-17
45 min. 26-19
50 min. 28-20
55 min. 34-25

Kvinnulandsliðið úttikið

6. februar 2026

Hesar skulu royna at vinna Føroyar til EM-undankappingardystin í 2026. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undankappingardystirnar móti Portugal í Mars.

Leikaramenning við dreingir U12

4. februar 2026

Í dag hevur Mark Lausen verið og vitjað U12 dreingir í Bylgjuni í Runavík.

Atgongumerki til Føroyar – Portugal

2. februar 2026

Mikudagin 4. februar kl. 10.00 koma atgongumerkini til EM-undankappingardystin hjá kvinnum millum Føroyar og Portugal til sølu. Dysturin verður leiktur mikudagin 4. mars Við Tjarnir. Sølan verður á https://tix.fo/fo/vidtjarnir/buyingflow/tickets/632/1473/

Ein loysn frá Sendistovuni