Søktu Spania í seinna hálvleiki

Eftir ein misjavnan fyrra hálvleik, har alt ikki riggaði, funnu venjararnir loysnirnar í steðginum. Eitt rimmar avrik í seinna hálvleiki, og Føroyar vunnu 27-25 á Spania, eftir at Føroyar vóru aftanfyri 14-11 í hálvleikinum.

Dysturin gekk javnt á í fyrra hálvleiki, men føroyska álopið var leitandi og verjan hevði ilt við at tøppa holini á uttarusíðu av bakkunum og vongunum. Føroyar fóru yvir at spæla 7 móti 6 og hepnaðist betri, men vóru heldur nógvar tekniskar villur og brend skot. Spania var frammanfyri 14-11 í hálvleikinum.

Føroyska verjan strammaði alvorliga upp í seinna hálvleiki. Lív og Pernille stóðu sum klettar í miðverjuni, og Rakul Wardum var sum ein veggur í málinum. Spakuliga hálaðu okkara sponsku leiðsluna frá hálvleikinum innaftur, og seinastu 15-20 minuttirnir skiftust liðini um at hava leiðsluna. Aggressiva føroyska spælið órógvaðu sponsku kvinnurnar, sum tyktust gerast alt meira frustreraðar, sum dysturin leið.

Bornar fram av ótroyttulig áskoðarunum vóru okkara kaldari seinastu 5 minuttirnar. Spania fann ikki loysnirnar og brendu, um ikki Rakul Wardum í málinum bjargaði. Spania mátti heilt fram at verja seinasta minuttin, og so rann Jana Mittún seg heilt fría og legði Føroyar framum við tveimum. Føroyar vunnu ein rimmar sigur 27-25, fyrsti HM-sigur í føroyskari hondbóltssøgu.

Eftir dystin var Pernille Brandenborg kosin besti leikari í dystinum. Á sona.fo var Rakul Wardum kosin dagsins leikari. Føroyar hava nú góð kort á hondinum undan seinasta dystinum sunnudagin, sum er móti Paraguei. Dysturin byrjar kl. 14.30, føroyska tíð.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Pernille Brandenborg 7 (2)
Jana Mittún 6
Súna Krossteig Hansen 4
Maria Pálsdóttir Nólsoy 3
Elsa Egholm 2
Rannvá Olsen 2
Bjarta Johansen 1
Lív Zachariasen 1
Karin Egholm 1

Dystargongdin Spania – Føroyar:
5 min. 2-2
10 min. 5-4
15 min. 7-4
20 min. 8-5
25 min. 9-8
30 min. 11-14
35 min. 15-13
40 min. 17-18
45 min. 19-19
50 min. 21-20
55 min. 24-23
60 min. 25-27

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Ein loysn frá Sendistovuni