EM-dreymurin eitur Oslo

EHF hevur kunngjørt, at um manslandsliðið hjá Føroyum vinnur seg til EM-endaspælið hjá monnum í 2026, so verður heimavøllurin í Oslo.

Skipanin er soleiðis, at hýsandi londini, í hesum førðinum Noreg, Danmark og Svøríki, kunnu velja eitt annað land, sum skal spæla hjá teimum. Hetta við tí fyri eyga at fáa flestar áskoðarar til innleiðandi umfarið. Noreg hevur í hesum førðinum valt Føroyar at spæla í Oslo, Danmark hevur valt Týskland at spæla í Herning og Svøríki hevur valt Ísland at spæla í Kristianstad. Hetta merkir samstundis, at um Føroyar vinna seg til EM-endaspælið, so koma Føroyar ikki at verða í bólki saman við Noreg, Svøríki, Danmark, Týsklandi ella Íslandi.

Les meira her:
https://www.eurohandball.com/…/list-of-seeded-teams…

EM26-undankappingin byrjar á heimavølli mikudagin 6. november móti Kosovo. Kunning um atgongumerkjasøluna til hendan dystin kemur út í næstum.

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni