Kyndil og H71 vunnu Lionsbikørini

Árligu stórsteypadystirnir í hondbólti, har tey bestu farna kappingarár kappast um Lionsbikarið, vórðu spældir í Hoyvíkshøllini í gjár.

Hjá kvinnum hittust Kyndil og StÍF, Kyndil sum FM- og steypavinnari og StÍF sum nr. 2 í FM-kappingini. Dysturin var tættur, men hevði Kyndil munin seinastu løtuna. Úrslitið gjørdist 27-25, eftir at Kyndil vóru frammanfyri 14-12 í hálvleikinum.

Hjá monnum hittust FM-vinnararnir úr H71 og steypavinnararnir VÍF. Dysturin var javnur í fyrrahálvleiki og var støðan 12-12 við steðgin. H71 sýntust tó at hava fleiri streingir at spæla uppá og runnu teir frá vestmenningum í seinna hálvleiki og vunnu greitt 29-22.

Kyndil – StÍF 27-25 (14-12)
Málskjúttar:
Kyndil – Turið Arge Samuelsen 9, Bára K. Hansen 5, Nadja Pejovic 4, Barbara Hammer 3, Bjarta O. Johansen 2, Joan Johannesen 2, Katrin Hansen 1, Poula F. Petersen 1

StÍF – Josefine Dyring 16, Emma Skovmand 3, Malene Madsen 2, Poula D. Berg 2, Maria Mrdalo 1, Jóna T. Bærentsen 1

H71 – KÍF 29-22 (12-12)
Málskjúttar:
H71 – Helgi H. Hoydal 6, Brian Slyne 6, Suni Dalsgaard 6, Høgni Heinason 5, Rókur Ziskason 4, John Skaalum Vilhelm 1, Rói Seyer Hjaltason

VÍF – Dánjal Ragnarsson 6, Sjúrður Olsen 4, Tróndur Johnsson 3, Óla Jákup Gaard Olsen 3, Eyði Bjargarson 2, Kristian Jensen 2, Andrias Eriksen 1, Djóni B. Nielsen 1

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

U18-menn: Smálutir avgjørdu

7. august 2026

Hóast Føroyar spældu ein góðan dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni