Kvinnulandsliðið úttikið

Nú byrja fyrireikingarnar til EM-endaspælið av álvara. Landsliðsvenjararnir, Claus Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 18 leikarar til venjingar og tveir vinardystir móti Slovakia í tíðarskeiðnum 22. – 29. september.

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (DEN)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)

Útileikarar:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg (DEN)
Karin Egholm, H71 (við til venjingar 22. – 25. sep)
Brynhild Pálsdóttir, H71
Rannvá Olsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Brynja Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Elsa Egholm, H71
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Bjørk Franksdóttir Joensen, Randers HK (DEN)
Lukka Arge, H71
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN)
Fríða Nolsøe Olsen, VÍF (við til venjingar 22. – 25. sep)

Hópurin kemur at venja saman 22. – 25. september, hareftir at ferðast verður til Slovakia, har okkara skulu spæla tveir venjingardystir móti Slovakia, ávikavist fríggjadagin 27. og leygardagin 28. september. Føroyska liðið kemur hereftir saman aftur í viku 47, har Føroyar eisini spæla tveir venjingardystir í Føroyum móti Svøríki B, fríggjadagin 22. og leygardagin 23. nov. Mikudagin 27. november gongur leiðin til Basel til EM-bólkaspælið, har Føroyar eru í bólki saman Sveis, Kroatia og Danmark.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

U18-menn: Smálutir avgjørdu

7. august 2026

Hóast Føroyar spældu ein góðan dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni