EM-lutakastið hjá U17 og U19

Lutakastini til U17- og U19 EM-endaspølini hjá kvinnum hava verið í dag. U17-landsliðið kom í bólk C saman við Niðurlondum, Íslandi og Sveis, meðan U19-landsliðið kom í bólk D saman við Týsklandi, Rumenia og Spania.

Á papírinum er helst talan um eitt hampuligt lutakast hjá U17, tó var Sveis helst sterkasta liðið í potti 3. Sveis vann European Open í 2024, har Føroyar gjørdust nr. 19. Ísland gjørdist nr. 8 og Niðurlond nr. 9. Føroyar taptu tá 18-12 fyri Íslandi og 32-24 fyri Niðurlondum.

U19-kvinnurnar komu í bólk D saman við Týsklandi, Rumenia og Spania. Týskland vann bronsu, tá hesin árgangurin spældi U17 EM-endaspæl í 2023, meðan Rumenia gjørdist nummar 11. Spania spældi tá EHF Championship (b-kapping), har Føroyar eisini luttóku. Tá vann Spania 38-18.

Lutakastið:

EHF EURO – U17 kvinnur
Podgorica, Montenegro, 30. juli -10. august 2025
Bólkur A: Danmark, Svøríki, Spania, Turkaland
Bólkur B: Týskland, Portugal, Norðurmakedonia, Slovakia
Bólkur C: Niðurlond, Ísland, Sveis, Føroyar
Bólkur D: Ungarn, Norway, Serbia, Slovenia
Bólkur E: Frakland, Montenegro, Kekkia, Litava
Bólkur F: Kroatia, Rumenia, Eysturríki, Pólland

EHF EURO – U19 kvinnur
Podgorica, Montenegro 9.-20. juli 2025
Bólkur A: Ungarn, Kekkia, Norðurmakedonia, Pólland
Bólkur B: Danmark, Montenegro, Ísland, Litava
Bólkur C: Serbia, Svøríki, Sveis, Finnland
Bólkur D: Týskland, Rumenia, Spania, Føroyar
Bólkur E: Frakland, Noreg, Portugal, Slovenia
Bólkur F: Kroatia, Niðurlond, Eysturríki, Turkaland

Nummar 1 og 2 koma víðari úr hvørjum bólki at spæla um plássini 1-12 í kappingini, meðan nr. 3 og 4. koma at spæla um plássini 13-24.

U16-menn: Ísland eisini munin í seinna dystinum

7. juni 2026

Seinni vinardysturin millum U16-dreingirnar hjá Føroyum og Íslandi líktist hinum fyrra. Liðini fylgdust fyrstu løtuna, men var Ísland stabilari yvir 60 minuttir. Ísland vann 31-26, eftir at teir vóru frammanfyri 17-13 í hálvleikinum.

U15-menn: Ísland munin

7. juni 2026

Hóast Føroyar vóru omaná størsta partin av fyrra hálvleiki, so vóru tað íslendingar, sum eisini vunnu seinna vinardystin landanna millum á Eiði í dag. Úrslitið gjørdist 31-24, eftir at hálvleikstøðan var 15-12 til íslendingar.

U16-menn: Ísland stinnari

6. juni 2026

Eftir ein tættan fyrra hálvleik, har støðan var 15-14 til Ísland, vóru tað íslendingar, sum vóru drúgvari í seinna hálvleiki og vunnu U16-vinardystin 31-24.

Ein loysn frá Sendistovuni