Atgongumerki til Faxe Kondi finalurnar

Atgongumerki til Faxe Kondi finalurnar fáast nú til keyps. Atgongumerkini fáast til keyps á atgongumerki.fo.

Møguleiki er at keypa fimm ymisk atgongumerki. Til fríggjakvøld, leygardag barnafinalur, leygardag kvinnur og menn, og sunnudag. Eisini ber til at keypa eitt vikuskiftispass fyri serprís.

Kostnaður fyri atgongumerki:
Fríggjadag – vaksin 100 kr. og børn 50 kr.
Leygardag barnafinalur – vaksin 100 kr. og børn 50 kr.
Leygardag kvinnur og menn – vaksin kr. 100 kr. og børn 50 kr.
Vikuskiftispass – vaksin 250 kr. og børn 125 kr.

Børn í skúlaaldri rinda barnaatgongumerki.

Børn undir skúlaaldur sleppa ókeypis inn.

Afturat prísinum kemur eitt avgreiðslugjald á 15 kr. fyri hvørt atgongumerki.

Steypafinalurnar verða vikuskiftið 21. – 23. februar við Tjarnir og sær leiksskráin soleiðis út:

Fríggjadagin 21. februar:
18.30 – Gentur 16
20.00 – Dreingir 16

Leygardagin 22. februar:
09.00 – Gentur 10B
09.40 – Dreingir 10B
10.20 – Gentur 12B
11.10 – Dreingir 12B
12.00 – Gentur 10A
12.40 – Dreingir 10A
13.20 – Gentur 12A
14.10 – Dreingir 12A
17.00 – Kvinnur
19.30 – Menn

Sunnudagin 23. februar
13.00 – Eydnudeildin
14.00 – Gentur 14B
15.00 – Dreingir 14B
16.00 – Gentur 14A
17.00 – Dreingir 14A
18.00 – Gentur 18
19.30 – Dreingir 18

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

U18-menn: Smálutir avgjørdu

7. august 2026

Hóast Føroyar spældu ein góðan dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni