EM-lutakastið hjá U18 og U20

Lutakastini til U18 og U20 EM-endaspølini hjá monnum hava verið í dag. U18-landsliðið kom í bólk saman við Íslandi, Montenegro og Italia, meðan U20-landsliðið kom í bólk saman við Spania, Fraklandi og Sveis.

Á papírinum er helst talan um gott lutakast hjá U18. Føroyar hava møtt Íslandi 4 ferðir í hesum árganginum. Ísland hevur vunnið allar 4 dystirnar, men hevur málmunurin ikki verið stórur. Montenegro hevur ikki spælt nakran altjóða skrásettan dyst við hesum árganginum enn, og tískil fyriliggur eingin meting av hesum liðnum. Italia vann seg til EM-endaspælið við at vinna á Litava og spæla javnleik móti Grikkalandi í undankapping.

U20-mennirnir komu í bólk við HM- og EM-meistarunum úr Spania, ein sera sterkur árgangur hjá Spania. Føroyar vóru eisini í bólki saman við Spania í U18 EM-endaspælinum í 2022, og tá vann Spania greitt, 35-25. Føroyar vóru eisini í bólki saman við Fraklandi í 2022. Tá vunnu Føroyar 29-26. Føroyar hava ikki møtt Sveis áður, og vóru teir ikki við í EM í 2022 ella HM 2023.

Lutakastið:

EHF EURO – U18 menn
Podgorica, Montenegro, 7.-18. august 2024
Bólkur A: Kroatia, Slovenia, Serbia, Grikkaland
Bólkur B: Týskland, Frakland, Pólland, Norðurmakedonia
Bólkur C: Danmark, Noreg, Kekkia, Ukraina
Bólkur D: Svøríki, Ungarn, Sveis, Ísrael
Bólkur E: Spania, Portugal, Eysturríki, Rumenia
Bólkur F: Ísland, Montenegro, Føroyar, Italia

EHF EURO – U20 menn
Celje, Slovenia 10.-21. juli 2024
Bólkur A: Kroatia, Montenegro, Eysturríki, Norðurmakedonia
Bólkur B: Týskland, Portugal, Serbia, Grikkaland
Bólkur C: Spania, Føroyar, Frakland, Sveis
Bólkur D: Ungarn, Noreg, Kekkia, Rumenia
Bólkur E: Danmark, Slovenia, Italia, Ísrael
Bólkur F: Svøríki, Ísland, Pólland, Ukraina

Vinnarin úr hvørjum bólki kemur at spæla um plássini 1-8 saman við tveimum teimum bestu tvey´arunum, annar úr bólkunum A, B og C, og hin úr bólkunum D, E og F. Hesi liðini spæla um medaljur og eru tryggjaði HM-pláss og EM-pláss hjá U18.

4 teir verru tvey´ararnir koma víðari at spæla um plássini 9-16 saman við 4 teimum bestu trý´arunum. Hesi lond eru tryggjaði EM-pláss hjá U18 og spæla um eftirverandi HM-pláss.

2 teir ringastu trý´ararnir og teir 6 fýrarar´nir koma at spæla um plássini 17-24. Hesi spæla um møguliga niðurflyting hjá U18, trý lið rykkja niður.

Rutsjibani og EM-drama í Oslo

17. januar 2026

Føroyar spældu fyri tað mesta ein rimmar dyst og vóru á odda 19-13 góðar 5 minuttir inn í seinna hálvleik. Málturkur í 10 minuttir loyvdi tó sveisarum innaftur í dystin, og lá dysturin til Sveis seinastu løtuna. Ein bjarging og mál í seinastu sekundunum bjargaði tó einum stigi. Dysturin endaði 28-28.

Sigrandi til Oslo

11. januar 2026

Føroysku menninir fara við einum góðum sigri í skjáttuni til EM í Oslo. Føroyar vunnu seinasta fyrireikingardystin, 38-34 móti Italia, eftir hálvleiksstøðuna 18-17 til Føroyar.

Ongin søla við dyrnar í dag!

11. januar 2026

Atgongumerki eru tøk á netsøluni og heldur sølan fram her til tað er útselt.

Ein loysn frá Sendistovuni