Eysturríki verður mótstøðuliðið

Seinnapartin gjørdist tað greitt, at mótstøðuliðið hjá U18-monnunum í dystinum um 15. pláss í EM-endaspælinum og HM25-atgongumerkið verður Eysturríki.

Hetta gjørdist greitt eftir at Eysturríki tapti 29-28 fyri Kekkia seinnapartin í dag. Lagt er helst upp til ein spennandi dyst, tí Føroyar taptu eisini 29-28 fyri Kekkia fyrr í kappingini. Bestu 15 liðini í EM-endaspælinum fáa atgongumerki til HM-endaspælið í 2025.

Dysturin millum Føroyar og Eysturríki verður leiktur í morgin, leygardagin, kl. 16.00, føroyska tíð. Dysturin kann stroymast á live.hsf.fo um tú er stødd/staddur í Føroyum.

H71 eitt mál ov stuttar til brotskastkapping

18. november 2024

European Cup er av fyri H71-kvinnur á hesum sinni, men  Tað var um reppið, at H71 og grikska A.C. Paok skuldu út í brotskastkapping í Hoyvík.

European Cup í Hoyvík

15. november 2024

Í kvøld og sunnudagin eru European Cup dystir aftur á skrá. Hesaferð í Hoyvík, har H71-kvinnur taka ímóti A.C. PAOK úr Thessaloniki úr Grikkalandi.

Fullu í seinna hálvleiki

10. november 2024

Hóast tamarhald í góðar 45 minuttir, so hendi ein niðurbræðing av føroyska liðnum seinastu 15 minuttirnar. Føroyar taptu 35-32 fyri Ukraina, eftir at okkara vóru frammanfyri 17-14 í hálvleikinum

Ein loysn frá Sendistovuni