Í kvøld og sunnudagin eru European Cup dystir aftur á skrá. Hesaferð í Hoyvík, har H71-kvinnur taka ímóti A.C. PAOK úr Thessaloniki úr Grikkalandi.
Báðir dystirnir byrja kl. 19.00, fríggjakvøldið og sunnukvøldið í Hoyvíkshøllini.

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.
Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.
Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.