Fullu í seinna hálvleiki

Hóast tamarhald í góðar 45 minuttir, so hendi ein niðurbræðing av føroyska liðnum seinastu 15 minuttirnar. Føroyar taptu 35-32 fyri Ukraina, eftir at okkara vóru frammanfyri 17-14 í hálvleikinum

Føroyar byrjaðu dystin sera væl. Verjan stóð væl saman við Paula Jacobsen í føroyska málinum, og tað gekk væl at koma til góðar kjansir í álopinum. Óli Mittún helt áfram, har hann slepti í dystinum móti Kosovo og var aftur flúgvandi í álopinum. Føroyar vóru á odda heili 11-5 um miðjan fyrra hálvleik, áðrenn ukrainar megnaðu at svara aftur. Føroyska spælið var ikki feilfrítt og vóru tíðum heldur nógvar villur og brendir málmøguleikar. Hetta gjørdi at ukrainar komu innaftur í dystin. Ukrainar tóku næsta time-outið longu eftir 23 minuttir, og fóru teir tá at spæla 7 móti 6. Hetta trýstið føroysku verjuna aftur og skapti avbjóðingar, men hildu okkara seg frammanfyri. Hálvleiksstøðan var 17-14.

Seinni hálvleikur gjørdist ein langur nervadystur, har bæði liðini spældu 7 móti 6. Leikferðin fór heilt niður, men vóru tað ukrainar, sum spakuliga hálaðu inn. Eftir 48 minuttir vóru tað ukrainar, sum fóru fram um, hetta eftir eina løtu har føroyska liðið gjørdi nógvar tekniskar villur og brendu fleiri kjansir, harímillum trý brotskøst á rað. Ein niðurbraðing uppá heilt stutta tíð, har okkara ikki megnaðu at fóta sær aftur og vunnu ukrainar 35-32.

Næsti dystirnir hjá Føroyum eru móti Niðurlondum, heima mikudagin 12. mars og úti leygar- ella sunnudagin 15./16. mars.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 8
Elias Ellefsen á Skipagøtu 7 (2)
Hákun West av Teigum 7
Vilhelm Poulsen 4
Teis Horn Rasmussen 2
Rói Berg Hansen 2
Peter Krogh 1
Pætur Mikkjalsson 1

Málverjar:
Pauli Jacobsen: 12 bjargingar, 27%

Dystargongdin:
5 min: 2-3
10 min: 3-7
15 min: 5-11
20 min: 8-12
25 min: 10-15
30 min: 14-17
35 min: 18-20
40 min: 20-23
45 min: 23-25
50 min: 28-27
55 min: 31-29
60 min: 35-32

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni