Høllin á Hálsi var okkara

Føroyska manslandsliðið segði farvæl við Høllina á Hálsi við einum sannførandi 32-21 sigri á Kosovo, eftir hálvleiksstøðuna 13-9 til Føroyar. Talan var um sætta føroyska heimasigurin á rað í Høllini á Hálsi.

Føroyska liðið var nakað trilvandi at byrja við. Leikferðin var kanska til tíðir skrúva ov høgt upp, og endaði hetta við tekniskum villum. Dysturin gekk tó javnt á, og skiftust liðini um at vera frammanfyri fyrstu 15 minuttirnar. Í álopinum vóru tað aftur systkinabørnini, Óli Mittún og Elias á Skipagøtu, á sum gingu á odda og funnu loysnir. Í hinum endanum var tað Pauli Jacobsen, í føroyska málinum, sum var avgerandi við fleiri sera góðum bjargingum í fyrra hálvleiki. Sum fyrri hálvleikur leið, fann føroyska liðið neyðugu loysnirnar, og bygdu eina góða leiðslu upp. Støðan í hálvleikinum var 13-9.

Føroyar avgjørdu dystin fyrstu 15 minuttirnar av seinna hálvleiki. Føroyska liðið vísti seg frá sínari bestu síðu bæði í verju og álopi. Kosovoar tóktikst ráðaleysir. Leiðslan øktist upp í 10 mál, dysturin var avgjørdur og skuldi bert koyrast heim seinastu 10 minuttirnar.

Samanlagt ein sera sannførandi føroyskur sigur, ein sigur sum eisin var eitt farvæl við heimavøllin í Høllin á Hálsi. Høllin við Tjarnir verður nýggjur heimavøllur í vár, har fyrsti dystur verður móti Niðurlondum í mars. Fyrst er tó Ukraina á skránni, hetta á útivølli í Vilnius í Litava, sunnudagin, kl. 13.00, føroyska tíð. Kringvarpið vísir dystin.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 8
Elias Ellefsen á Skipagøtu 7
Hákun West av Teigum 6
Teis Horn Rasmussen 5
Rói Berg Hansen 3
Pætur Mikkjalsson 1
Vilhelm Poulsen 1
Tróndur Mikkelsen 1

Málverjar:
Pauli Jacobsen: 38%

Dystargongdin:
5 min: 2-1
10 min: 3-2
15 min: 5-6
20 min: 8-7
25 min: 10-9
30 min: 13-9
35 min: 16-10
40 min: 19-13
45 min: 23-14
50 min: 26-14
55 min: 29-18
60 min: 32-21

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Ein loysn frá Sendistovuni