FM1-avtalan heldur fram

HSF og FM1 hava longt avtaluna um miðling og útvarping av hondbóltsdystum í lands- og steypakappingini, umframt landsdystum. Hetta er triðja árið HSF og FM1 samstarva um hondbóltsmiðling.

HSF hava saman við Petur Zachariassen frá FM1 dagført avtaluna nakað. Upptaktssending verður fast hvønn fríggjadag frá kl. 15.00 til 16.00 við einum føstum paneli av hondbóltsserfrøðingum, og samstundis er eisini avtalað, at føst heimildarfólk verða í hallunum, soleiðis at FM1 í ítróttarsendingunum í vikuskiftinum ringir runt at hoyra, hvussu gongur í ymisku dystunum.

FM1 verður eisini at hoyra til allar landsdystir hjá Føroyum eins og undanfarna kappingarár, har Sjúrður Hoydal var fastur miðlari til bæði úti- og heimadystir.

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni