Føroyafjepparar til landsdyst

Føroyar! Føroyar! varð rópt á hálvbrotnum føroyskum.

Eini hjún úr Sveis og ein maður úr Týsklandi hava verið trúføst til hvønn dyst hjá føroyska kvinnulandsliðnum í HM-undankappingini í Sveis.

Fyrstu ferð Aurelio Balbis sá ein landsdyst hjá Føroyum, var í 2000, tá A-landsliðið við monnum í fótbólti spældi móti Sveis á útivølli.

– Eg gjørdist so áhugaður í hesum lítla landinum, tí æran at spæla fyri landið lýsti úr leikarunum. Eg minnist at John Petersen skoraði fyri Føroyar, men at Sveis vann 5-1. Síðan tá havi eg fylgt væl við í føroyskum ítrótti, greiðir Aurelio frá, sum eisini hevur verið tvær ferðir í Føroyum.

Føroyafjepparin hevur síðan tá sæð eina rúgvu av landsdystum hjá Føroyum og tá hann hoyrdi at føroysku hondbóltskvinnurnar skuldu til Sveis til HM-undankapping, var hann skjótur at keypa sær og konuni atgongumerkir til allar tríggjar dystirnar.

28 ára gamli Stefan Schmidt úr Týsklandi kann bara taka undir við Aurelio. Hann gjørdist hugtikin av Føroyum, tá hann sá dystin millum Føroyar og Týskland í fótbólti í Hannover í 2001. Hann hevur síðan tá ferðast runt í Evropa og hugt eftir Føroyum í hondbólti og fótbólti.

– Tað er ein heilt annar andi og samanhald millum føroyingar. Allir leggja stóra orku í at stríðast fyri land sítt og tað dámar mær væl. Tað er vorðið so stuttligt at fylgja við føroyskum landsliðum, tí eg eri komin at kenna Aurelio og fleiri føroyingar. Eg havi ongantíð enn verið í Føroyum, men tað sleppi eg vónandi skjótt, sigur Stefan.

 

 

 

 

U19-kvinnur: Tap í verjukendum dysti

10. juli 2025

Hóast føroyska verjan og málverjar stóðu sera væl, so var tað ikki nokk til at basa Spania í dag. Føroysku U19-kvinnurnar taptu 22-16, eftir at Spania var á odda 8-6 í hálvleikinum.

U19-kvinnur: Spældu upp við Rumenia

9. juli 2025

Fyrsti dysturin hjá føroysku U19-kvinnunum í EM-endaspælinum var góðkendur. Føroyar góvu Rumenia skarpan gang, og var dysturin ikki veruliga avgjørdur fyrr enn seinastu 5 minuttirnar, tá Rumenia dróg frá. Úrslitið gjørdist 31-25 til Rumenia, eftir at tær vóru frammanfyri 14-13 í hálvleikinum.

Select klæðir landsliðini

8. juli 2025

Føroyskir landsliðsleikarar koma framhaldandi at verða klæddir í Select. HSF, Select og Sport24 hava longt klædnasáttmálan sínámillum fram til 2030.

Ein loysn frá Sendistovuni