FØROYAR AFTUR TIL EM

Tað eydnaðist! Kvinnulandsliðið vann seg til EM-endaspælið! Hóast ein misjavnan dyst móti Íslandi í dag, har Føroyar taptu 24-20, so kann tað helst sigast at tað var góða avrikið móti Svøríki mikudagin, sum tryggjaði Føroyum eina góða málúrtøku og harvið EM-plássið, sum ein av bestu trýarunum.

Ásvellir høllin í Hafnafirði var nærum fullsett til dystin millum grannatjóðirnar. Bæði liðini byrjaðu dystin heldur trilvandi og vóru nógvar villur og brend skot í báðum endum fyrstu løtuna. Føroyska verjan stóð tó væl og høvdu íslendingar ringt við at koma til góðar málmøguleikar. Liðini fylgdust fyrra partiin av hálvleikinum, men vóru tað íslendingar, sum drógu frá seinastu løtuna fyri hálvleik. Ísland fór at verja 5-1 og tók hetta broddin av føroyska álopsspælinum saman við íslendska málverjanum Elin Jónu Thorsteinsdóttir, sum stóð við einum bjargingarprosenti á 43 í fyrra hálvleiki. Ein misjavnur fyrri hálvleikur hjá Føroyum, sum endaði 12-8 til Ísland.

Gongdin var hin sama fyrstu løtuna av seinna hálvleiki. Føroyska álopsspælið var stirvi og tóktist tíðum mótfallið. Føroyska liðið ernaðist tó so líðandi. Verjan stóð væl, so at siga allan hálvleikin og tað at Ísland bert fekk 24 mál vitnar um hetta. Hinvegin skoraðu okkara bert 20 mál í hesum dystinum og skyldast tað, at alt ov nógvir málmøgulekar vóru brendir. Hóast mótbrekku, so kempaði liðið fyri EM-plássinum til tað allarsíðsta, og var tað fantastiskt at tað eydnaðist.

Tillukku Føroyar! Føroyar skulu nú til EM-endaspælið hjá kvinnum, sum verður leikt í Sveis, Eysturríki og Ungarn í døgunum 28. november til 15. desember. Vit gleða okkum!

Dystargongdin Ísland – Føroyar:
5 min: 2-2
10 min: 4-3
15 min: 5-6
20 min: 7-6
25 min: 8-7
30 min: 12-8
35 min: 14-9
40 min: 15-11
45 min: 17-14
50 min: 19-16
55 min: 22-17
60 min: 24-20

Málskjúttar hjá Føroyum: 
Jana Mittún 8
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 3 (2)
Maria Pálsdóttir Nólsoy 2 (2)
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 2
Pernille Brandenborg 2
Turið Arge Samuelsen 1
Súna Krossteig Hansen 1
Bjarta Johansen 1

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen 29%
Rakul Wardum 42%

Innbjóðing til stig 3

17. januar 2025

Nú ber til at melda seg til triðja stig av venjaraútbúgvingini hjá Hondbóltssambandinum. Hetta er fyrstu ferð, at HSF skipar fyri triðja stigi, eftir at HSF í desember skrivaði undir EHF Rinck avtaluna.

Vitjaðu heimavøllin

11. januar 2025

A-landsliðið hjá monnum venur saman hesa og næstu viku í Føroyum. Eftir venjingina í Hoyvíkshøllini í morgun varð farið yvir í nýggju stórhøllina við Tjarnir, har Tummas Justinussen, ein av stigtakarunum til verkætlanina, og sum situr í bygginevndini, vísti runt og greiddi frá.

Gallaveitslan 2025 á Strondum

10. januar 2025

Gallaveitslan 2025 verður leygardagin 17. mai í Bygdahúsinum á Strondum við StÍF sum fyriskipara.

Ein loysn frá Sendistovuni