Fysioterapi skeið

Mikudagin og hósdagin 15. og 16. mai verður aftur skeið í fysioterapi við Anju Greve. Anja er viðurkendur og eftirspurdur fysioterapeut, sum eisini er knýtt at danska manslandsliðnum í hondbólti.

Skeiðið hesaferð verður í Høllini á Hálsi, báðar dagarnir frá kl. 17.00-21.30. Talan verður um verkstovu, har áherðsla verður á knø, akslar og manuellar viðgerðir. Anja hevur fleiri ferðir áður verið í Føroyum og hildið skeið fyri føroyskum fysioterapeutum. Skeiðið hesuferð er opið fyri øllum fysioterapeutum.

Skeiðið kostar 1000 kr., har ein máltíð er íroknað. Meldast kann til við at senda teldupost til mark@hsf.fo.

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni