Føroyar vunnu sannførandi

Føroysku U17 genturnar vunnu 35-27 á Ukraina í dystinum um bronsuna í EHF Championship kappingini, sum hevur verið í Georgia seinastu dagarnar. Hálvleiksstøðan var 15-13. 

Føroyar løgdu bragliga fyri og tá ið 10 minuttir vóru spældir, var støðan 6-1 til Føroyar. Men so kom stígur í og málmunurin dragnaði niður í tvey mál. Nógvar villur vórðu gjørdar við eitt nú at kasta fram í skjótálop og beinleiðis til ein mótstøðuleikara, umframt at upplagdir møguleikar vórðu brendir.

Í øðrum hálvleiki var tamarhald komið á spælið og føroysku leikararnir vístu, at tær høvdu nógv tað betra liðið. Sum dysturin leið øktist málmunurin og sigurin var greiður.

Føroyar hava hesa kappingina spælt javnt móti Serbia, tapt móti Hollandi og vunnið á Estlandi, Italia og Ukraina.

Dystargongdin:
Føroyar – Ukraina
5 min. 3-1
10 min. 6-1
15 min. 7-5
20 min. 10-5
25 min. 13-10
30 min. 15-13
35 min. 16-14
40 min. 20-16
45 min. 24-18
50 min. 28-21
55 min. 31-25
60 min. 35-27

Málskjúttar:
Karin Egholm 8
Lukka Arge  8 (7)
Maria Pálsdóttir Nólsoy 3
Bjørk Franksdóttir Joensen 3
Poula Fríðheim Petersen 3
Karina Debes Heinesen 2
Sára Sigrunardóttir Mikkelsen 2
Inga Maria Roysdóttir 1
Marita Magnadóttir Thomsen 1
Anna Elisabet Halsdóttir Weyhe 2
Lea Mohr 1
Anna Sigrunardóttir Mikkelsen 1

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni