Føroyar vunnu trygt á Íslandi

A-landsliðið við kvinnum vann 25-17 á Íslandi, tá londini seinnapartin spældu venjingardyst.

Føroyar skulu næsta vikuskiftið taka lut í HM-undankapping í Sveis, og dystirnir móti Íslandi er liður í hesum.

Tað gekst avbera væl í fyrsta venjingardystinum. Føroyar vunnu trygt á grannunum fyri norðan.

– Serliga hildnaðist verjuspælið væl og fáar tekniskar villur vórðu gjørdar í álopinum, sigur ein væl nøgdur Ágúst Jóhannson, um sín fyrsta dyst og fyrsta sigur sum landsliðsvenjari hjá Føroyum.

Ísland hevði so dyggiliga undirmett Føroyar, tí tey stillaðu ikki upp við sínum bestu leikarum. Sum skilst vórðu nakrir leikarar spardir, so tað verður forkunnugt at vita, um hesir leikarar eru við í seinna venjingardystinum, sum er í morgin klokkan. 16.00.

Málskjúttar:
Kristianna Henneberg Joensen 6, Durita Christophersen 4, Maria Haldóttir Weyhe 4, Pernille Brandenborg 4, Ninna Johansen 3, Bára Krossteig Hansen 2, Súna Krossteig Hansen 1, Turið Arge 1.

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni