Fram saman við P/F Leif Mohr

Hondbóltssambandið og P/F Leif Mohr hava longt sponsorsamstarvið, har fyritøkan verður ein av sjónligu stórstuðlunum hjá HSF fram til 2026.

Gunn Ellefsen, starvsnevndarforkvinna í HSF, og Leivur Holm, stjóri í P/F Leif Mohr, hittust á skrivstovuni hjá P/F Leif Mohr á Hoyvíksvegi 53 í Havn, har nýggi sáttmálin var undirskrivaður. P/F Leif Mohr verður við hesum ein av sjónligu stuðlunum á øllum pallum HSF´s og á høgra læri á brókunum á landsliðsklæðunum.

Til sáttmálan viðmerkir Leivur Holm,

– Hjá P/F Leif Mohr hava vit drúgvar royndir, og vilja vit altíð virka fyri haldgóðum loysnum á einum høgum tænastustøði. Føroyskur hondbóltur hevur tikið risa fet seinastu árini og vilja vit eisini gjarna vera við til at tryggja haldføri í hesum, soleiðis at føroyingar áhaldandi kunnu savnast um hondbólt á hægsta altjóða stigi.

– Gunn Ellefsen viðmerkir til sáttmálan,

Vit eru ógvuliga fegin um, at P/F Leif Mohr vil stuðla føroyskum hondbólti. Komandi EM-endaspælið hjá monnum fyllir nógv í løtuni, og øll eru spent, men vit mugu ikki gloyma langtíðar haldføri hjá føroyskum hondbólti. Kvinnurnar kempa í løtuni fyri einum EM-plássið, og longu í heyst skulu menninir aftur í EM-undankapping. Vit skulu vera klár til næstu stigini longu nú, og er tað gott at fyritøkur sum P/F Leif Mohr vilja vera við.

Sáttmálin er galdandi til og við 2025.

H71 og VÍF úti úr Europa

21. oktober 2024

Hóast góð avrik, so eru mansliðini hjá H71 og VÍF úti úr European Cup. VÍF stóð seg serliga væl í seinna heimadystinum móti Handball Westwien, har teir vunnu 34-30 í seinna dystinum í Vestmanna.

Kvinnulandsliðið saman

15. oktober 2024

Í komandi viku savnast kvinnulandsliðið aftur. Talan er um næstseinastu samlingina, áðrenn farið verður til EM-endaspælið í Basel.

Væleydnaður málverjadagur

14. oktober 2024

At vera málverji í hondbólti er serstakur og týdningamikil leiklutur á hondbóltvøllinum. Fyra at kasta ljós á leiklutin og stimbra ungu føroysku hondbóltsmálverjunum, skipaði HSF í dag fyri málverjadegi í Klaksvík.

Ein loysn frá Sendistovuni