Fýra føroyskir ósigrar fyri Íslandi

Mynd: jn.fo Føroysku U16-dreingirnir tóku ímóti Íslandi í Høllini á Gyljanesi í dag

Fýra føroysk ungdómslandslið spældu í dag venjingardystir ímóti Íslandi. U16- og U18-landsliðini við kvinnum og U20-landsliðið við monnum spældu í Íslandi, meðan U16-landsliðið við monnum spældi í Føroyum. Somu lið bresta saman aftur í morgin.

Soleiðis gekst teimum í dag.

U08-kvinnur:

Ísland – Føroyar 32-23 ( 20-12)

Føroysku U16-genturnar komu skjótt undir trýst ímóti Íslandi í dag.

Ísland rann føroyska liðið um koll í fyrstu og aðru bylgju. Samstundis var sera trupult at spæla seg til møguleikar ímóti stinnu íslendsku verjuni, sum var sera kvik at fara í mótálop, og varðveita ferðina álopið út.

Talan gjørdist tí um ein tungan fyrra hálvleik, har munurin vaks úr 7-5 til Íslands til 11-5 og síðani hálvleiksstøðuna 20-12 til íslendska heimaliðið.

Hóast enn eina tunga byrjan í seinna hálvleiki, so stríddist tær føroysku við góðum treysti – og við millum annað góðum bjargingum frá Mai Oliviu Høgnadóttir, so vaks munurin ikki meira.

Mai Høgnadóttir stóð eisini sera sterk í myndini í seinna hálvleiki. Tá bjargaði hon 11 skotum og fekk bert 12 mál ígjøgnum.

Ísland vann at enda 32 – 23. Liðini hittast aftur klokkan 13.00 sunnudagin.

Føroysku málskjúttarnir:

Amilia Agnarsdóttir 8 mál

Bjørk Mariusardóttir 3 mál

Halla Haldansen3 mál

Lív Berg á Lag 2 mál

Karin Durhuus 2 mál

Meta av Fløtum 2 mál

Lý Dávadóttir Magnussen1 mál

Maria Petersen 1 mál

Poula Djurhuus á Neystabø 1 mál

Bjargingar

Mai Olivia Høgnadóttir 14 bjargingar

Lý Haraldsdóttir 3 bjargingar

U08-menn

Føroysku U16-dreingirnir komu somuleiðis undir eitt tungt trýst, tá ið teir tóku ímóti Íslandi í Høllini á Giljanesi.

Føroyar komu gaman í á odda 2-1, men síðani svaraði Ísland aftur við fýra málum á rað.

Eftir 12 minuttir bóðu Føroya um leikbrá við støðuni 7-3 til Íslands. Og hetta hjálpti.

Føroysku málverjarnir bjargaðu í góðum samstarvi við verjuni, meðan álopið søkti nógv neyvari at íslendska málinum. Munurin tódnaði skjótt niður í tvey mál, og tá ið 18 minuttir vóru leiktir minkaðu Føroyar um munin til 10-9.

Hetta gjørdist tað tó tað tættasta, ið Føroyar komu at Íslandi í dag.

Nakrar íslendskar bjargingar løgdu sjógv ímillum aftur, og við steðgin var støðan 12-15 til Íslands.

Dysturin kendist enn javnur, men í seinna hálvleiki komu Føroyar ongantíð nærri.

Føroysku U16-dreingirnir funnu ikki stevið aftur í álopinum, og teir íslendsku trivust í høgari leikferð, tá ið teir fingu hendur á bóltin.

Síðani máttu teir føroysku jagstra eitt íslendskt lið, sum vísti stórar dygdir við kvikum verjuspæli og hvøssum atsóknum.

Munurin hevði hug at økjast í hvørjum – og tað ið føroysku viðhaldsfólkini best fingu fløvað seg við, vóru bjargingar frá Jákup Müller, nakrir bóltar inn á strikuna til Davið Viderø og snildum skotum frá Boasi Ellefsen á Skipagøtu. Hann skoraði millum annað tvey skot, har hann skjeyt afturum seg millum egin bein.

Teir íslendsku spældu tó allan seinna hálvleik við grammari verju og hvassari álopið, og dysturin fekk ongantíð aftur nakran spenning um úrslitið, sum gjørdist 31-19 til Ísland.

Liðini bresta saman aftur í morgin klokkan 15.00 í Ítrottarhøllini í Kollafirði. Dysturin kann eisini stroymast á Live.Hsf.fo

Føroysku málskjúttarnir

Boas Ellefsen á Skipagøtu 8 mál

Davið Viderø 4 mál

Gilli Reginsson 1 mál

Hugin Halgirson 1 mál

Teitur Bogason 1 mál

Rani Johannesen 1 mál

Mortan Eyðunarson 1 mál

Brandur Dánjalsson 1 mál

Árni Lassen 1 mál

Bjargingar:

Jákup Müller 10 bjargingar

Brandur á Líknargøtu 4 bjargingar

U06-kvinnur

Ísland – Føroyar 29-24 (14-10)

Føroysku U18-genturnar stóðu helst fyri sterkasta føroyska heildaravrikinum í dag. Tær spældu ein javnbjóðis dyst, sum tó endaði við einum ósigri upp á fimm mál ímóti Íslandi.

Tær føroysku spældu upp við íslendska heimaliðið – bæði í verju og álopi, men vantandi neyvleiki í álopinum kostaði føroyingum møguleikan fyri sigri.

Frá javnleiki 5-5, fór Ísland undan og var á odda 14-10 við steðgin.

Føroyska verjan stríddist og samstarvaði væl. Í álopinum eydnaðist tað eisini at spæla seg fram til góðar møguleikar – men ov ofta miseydnaðist at seta uppløgdu møguleikarnar í málið.

Ísland vann at enda 29-24.

Liðini hittast aftur klokkan 15.00 í morgin.

U04-Menn

Ísland – Føroyar 34-25 (14-9)

Talan gjørdist eisini um greiðan ósigur fyri Íslandi hjá føroyska U20-landsliðnum, sum eisini má ásanna, at skaðar gera um seg, nú liðið fyrireikar seg til EM-endaspæli í Slovenia um hálvanannan mánað.

Búi Poulsen breyt fingurin við venjing í gjár og eftir eitt korter av dystinum í dag mátti Rókur Ziskason eisini av vølli við skaða.

Tað var annars talan um fína føroyska byrjan, og Føroyar vóru eisini á odda 5-3.

Skerdu føroyingarnir fingu síðani avbjóðingar í verjupartinum og íslendska liðið fekk yvirvág.

Ísland var á odda 14-9 í steðginum.

Munurin hevði hug at liggja um eini fýra ella fimm máli í seinna hálvleiki, og helt hetta sær til einar sjey minuttir fyri leiklok. Tá økti íslendska liðið um leiðsluna og vann at enda dystin 34-25.

Liðini hittast aftur sunnudagin klokkan 17.00

Væleydnaður málverjadagur

14. oktober 2024

At vera málverji í hondbólti er serstakur og týdningamikil leiklutur á hondbóltvøllinum. Fyra at kasta ljós á leiklutin og stimbra ungu føroysku hondbóltsmálverjunum, skipaði HSF í dag fyri málverjadegi í Klaksvík.

A-landsliðið hjá monnum úttikið

14. oktober 2024

Nú stundar til at komandi EM-undankappingin hjá monnum byrjar. Í hesum sambandi hava landsliðsvenjarnir úttikið 18 leikarar til fyrstu dystirnar móti Kosovo og Ukraina.

H71 greitt víðari

14. oktober 2024

H71-kvinnur fingu onga mótstøðu frá kýpriotisku Cyview Developers Latsia í European Cup dystunum, sum blivu leiktir á Hálsi í vikuskiftinum. H71 vunnu fyrra dystin heili 50-13, meðan tann seinni endaði 41-21. Samlaði sigur gjørdist sostatt 91-35.

Ein loysn frá Sendistovuni