Gravgangur eftir lýsingarplássum

Stórur eftirspurningur er frá donskum fyritøkum at sleppa framat at lýsa til landsdystin hjá monnum millum Føroyar og Danmark.

Danska sjónvapsrásin TV2 fer at vísa dystin, og sambært danska hondbóltssambandinum, DHF, eru okkurt um tveir milliónir hyggjarar, tá donsku hondbóltsharrarnir spæla.

– Longu sama kvøld, sum lutakastið hevði verið, var áhugi fyri at keypa øll lýsingarplássini, sigur Sára Jógvansdóttir, sum hevur ábyrgd av stuðlaøkinum hjá HSF.

Tað eru sera góðir lýsingarmøguleikar til ein landsdyst. Tað eru lýsingarpláss á sjálvum gólvinum, fram við báðum stuttsíðunum, og sum nakað nýtt verður nú eisini ein 40 metrar LED-skíggi fram við langsíðuni, sum gevur 80 minuttir við lýsingum.

HSF fer ikki at selja øll lýsingarplássini til útlendskar fyritøkur, tí fyrsta rætt til góðu plássini eiga teirra egnu stuðlar.

– HSF hevur sera góðar stuðlar, sum í øllum førum fáa bestu plássini mitt fyri á vøllinum. Landsdysturin er ein góður møguleiki hjá fleiri teirra at verða sædd uttanlands, m.a. hjá Smyril Line og Atlantic Airways við sínum rutuneti og hjá okkara høvuðsstuðli, BankNordik, sum hevur virksemi í Danmark, greiðir Sára frá.

Hon leggur afturat, at tað er framvegis møguleiki hjá øðrum føroyskum fyritøkum at vera við. HSF vil helst promovera føroyskar fyritøkur. 

Tað er framvegis óvist, um heimadysturin móti Danmark verður spældur í Føroyum. HSF hevur sent umsókn um undantaksloyvi at spæla landsdystin í Badmintonhøllini í Klaksvík ella Høllini á Hálsi, og nú verður bíðað eftir svari. Verður undantaksloyvið noktað, verður heimadysturin væntandi spældur í Keypmannahavn.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

U18-menn: Smálutir avgjørdu

7. august 2026

Hóast Føroyar spældu ein góðan dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni