European Cup er av fyri H71-kvinnur á hesum sinni, men Tað var um reppið, at H71 og grikska A.C. Paok skuldu út í brotskastkapping í Hoyvík.
Útgangsstøðið fyri H71-kvinnur var trupult, tí tær taptu við 8 málum fríggjakvøldið í fyrra dystinum, 31-23.
Í steðginum var støðan 14-15 til H71, og í seinna hálvleiki drógu hoyvískvinnur frá. Tá sjey minuttir restaðu í setti Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe brotskast í netið til støðuna 27-19 til H71 og tað stóð á jøvnum í samlaða roknskapinum.
Liðini skiftust eftir hetta um at skora, og spenningurin helt sær til síðsta sekund tá høgri vongurin Sevdili skoraði til 23-30. So var avgjørt, og grikska liðið vann samanlagt við einum máli, 54-53.
– Vit eru ræðuliga skuffaðar, men vit gjørdu alt vit kundu. Nú aftaná dystin kunnu vit hyggja hvørja aðra í eyguni, tí vit kempaðu. Men hetta er øgiliga keðiligt, segði Karina Debes Heinsen, við Sjúrð Hildarsson Hoydal í HSF Live aftaná dystin.