H71 og KÍF vunnu Lionsbikarið

Árligu stórsteypadystirnir í hondbólti, har tey bestu farna kappingarár kappast um Lionsbikarið, vórðu spældir í Hoyvíkshøllini í gjár.

Hjá kvinnum hittust H71 og Kyndil, H71 sum FM-vinnari og Kyndil sum steypavinnari. H71 vann dystin sera greitt, úrslitið gjørdist 38-22. Dysturin byrjaði við sera høgari leikferð og var spælið til tíðir heilt gott. H71 sýntist tó at hava fleiri streingir at spæla uppá og øktu leypandi ígjøgnum dystin.

Hjá monnum hittust steypavinnarnir og FM-vinnararnir úr H71, KÍF luttók við at vera nr. 2 í landskappingini. Dysturin var tættur spennandi, men vóru tað kollfirðingar, sum vóru drúgvari í seinna hálvleiki. Hoyvíkingar megnaðu ikki at steðga einim sera vælleikandi Vuk Stevanovic, sum skeyt heili 17 mál. Eisini stóð nýggi serbiski málverjin hjá KÍF, Milenko Jelic.

H71 – Kyndil 38-22 (18-12)
Málskjúttar:
H71 – Jana Mittún 9, Lukka Arge 7, Marita Mortensen 5, Guðrið á Borg 3, Vár Zachariasen 3, Karin Egholm 2, Inga Maria Joensen 2, Brynhild Pálsdóttir 2, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 2, Sára Jacobsen 1, Lív Zachariasen 1, Elsa Egholm 1

Kyndil – Turið Arge Samuelsen 7, Nadja Pejovic 6, Bjørt Krossteig 4, Bára K. Hansen 3, Hjørdis Viðstein 2

H71 – KÍF 28-34 (15-13)
Málskjúttar:
H71 – Rói Ellefsen á Skipagøtu 8, Peter Krogh 5, Baldur Gillason 5, Ragnar Karlsson 5, Sveinur Olafsson 1, Poul Símun í Garði 2, Jón Rói Mohr Høgnesen 1, Bogi Hansen 1

KÍF – Vuk Stevanovic 17, Karl Martin Olsen 7, Fríði Weyhe 6, Bárður Dam 2, Karstin í Húsinum 1, Milenko Jelic 1

Atgongumerkjasøla Føroyar – Bosnia-Hersegovina

13. apríl 2026

Mánadagin 20. apríl kl. 10.00 koma atgongumerkini til HM play-off-dystin hjá monnum millum Føroyar og Bosnia-Hersegovina til sølu. Dysturin verður leygardagin 16. mai kl. 19.00 Við Tjarnir. Sølan verður á tjarnir.fo.

EM-lutakast hósdagin

13. apríl 2026

Komandi hósdag, tann 16. apríl kl. 17.00, føroyska tíð, verður lutakastið til EM-endaspælið hjá kvinnum. Tá verður eisini greitt, hvørt Føroyar skulu spæla í Oradea ella Cluj-Napoca í Rumenia, í Brno í Kekkia ella Katowice í Póllandi.

Avgjørt í fyrra hálvleiki

12. apríl 2026

Hóast munurin var hin sami sum seinast móti Montenegro, 5 mál, so var talan um ein misjavnan føroyskan dyst, sum var meira ella minni avgjørdur í hálvleikinum, tá Montenegro var á odda 22-16. Bæði liðini skiftu nógv út í seinna hálvleiki, sum okkara tó vunnu 12-9, og gjørdist munurin sostatt bert 5 mál , 31-26.

Ein loysn frá Sendistovuni