Kappingin byrjar við Lionsbikarinum

H71 og Kyndil hjá kvinnum og H71 og KÍF hjá monnum spæla sunnudagin 4. september um Lionsbikarið. Ágóðin hesaferð fer til áhugafelagið Hoyr.

Sum vant, er startskotið til hondbóltskappingina teir báðir dystirnir um Lionsbikarið hjá kvinnum og monnum, sum verða spældir í Hoyvíkshøllini sunnudagin 4. september, ávikavist klokkan 16 og klokkan 18.

Hjá kvinnum verður talan um eina endurtøku av steypafinaluni, tí har hittast føroyameistararnir úr H71 og steypavinnararnir úr Kyndli. Og hjá monnum verður talan um endurtøku av FM-finalunum, tí har hittast H71, ið vann greipuna, og KÍF, ið vann silvur í FM-kappingini.

Við øðrum orðum tveir áhugaverdir dystir, ið kunnu geva ábendingar um, hvussu tey liðini eru fyri í vetur, sum í vár taldust millum tey frægastu av øllum.

Stuðla felagið Hoyr
Sum altíð hava dystirnir um Lionsbikarið annað og meira upp á seg enn bara hondbóltin, tí teir verða fyriskipaðir í samstarvið millum Hondbóltssambandið og Lions Club í Føroyum, og tí verður eitt vælgerandi endamál eisini stuðlað.

Hesaferð verður tað áhugafelagið, Hoyr, ið fær ágóðan frá dystunum um Lionsbikarið og eisini frá stórsteypadystunum, ið verða spældir til várs. At upphæddirnar frá hesum fýra dystum verða lagdar saman, gevur eina upphædd, ið kann gera størri mun, har hon verður latin.

Hoyr kundi fyrr í ár hátíðarhalda 30 ára stovningardagin. Talan er um eitt felag, sum í breiðastu merking arbeiðir fyri hoyrnina og at betra dagligu umstøður teirra, ið hava niðursetta hoyrn. Við at upplýsa um trupulleikarnar hjá fólki við niðursettari hoyrn, verður roynt at betra hoyriumstøðurnar.

Hetta er áttanda árið, at spælt verður um Lionsbikørini, og reglurnar eru tær, at mest vinnandi liðini í tíggju ár fáa bikørini til ognar. Stendur á jøvnum millum tvey ella fleiri feløg, verður spælt, til eitt felag hevur vunnið oftari enn hini.

Vinnarar undanfarin ár.

Lionsbikarið, kvinnur:
2014 Kyndil-Neistin 29-26
2015 Neistin-Kyndil 30-25
2016 Neistin-VÍF 20-19
2017 Kyndil-Neistin 24-22
2018 VÍF-Kyndil 28-23
2019 Kyndil-VÍF 33-30
2020 Kyndil-H71 28-26
2021 H71-StÍF 27-21
2022 H71-Kyndil

Lionsbikarið, menn:
2014 KÍF-Kyndil 20-26
2015 Neistin-VÍF 32-26
2016 H71-VÍF 24-19
2017 H71-VÍF 32-29
2018 H71-Kyndil 30-21
2019 H71-Neistin 31-21
2020 H71-VÍF 23-22
2021 H71-VÍF 33-31

Atgongumerki til Niðurlond – Føroyar

5. desember 2024

EM-undankappingardysturin hjá monnum millum Niðurlond og Føroyar verður leiktur í Almere í Niðurlondum, sunnudagin tann 16. mars 2025 kl. 15:00.

Kempaðu til tað seinasta

3. desember 2024

Tað endaði 33-24 til Danmark, men okkara taptu seinna hálvleik við bert einum máli. Í hálvleikinum var Danmark á odda 15-7, og eitt skiftið var Danmark á odda 24-12 í seinna hálvleiki, og tá byrjaði at síggja ljótt út, men føroysku kvinnurnar stríddust av øllum alvi til tað seinasta, tí hvørt mál taldi í mun til framtíðari […]

Søguligt EM-stig í hús

1. desember 2024

Við einari krútsterkari verju og frálíkum málverjaspæli frá Anniku Fríðheim Petersen, fekk føroyska kvinnulandsliðið fyrsta stigið í einum EM-endaspælið. Kroatia og Føroyar leiktu javnt, 17-17, eftir hálvleiksstøðuna 9-8 til Kroatia.

Ein loysn frá Sendistovuni