H71 víðari í European Cup

H71-kvinnur eru sannførandi víðari í European Cup eftir ein samlaðan 59-43 sigur á SC Witasek Ferlach úr Eysturríki.

Tað gjørdist eitt sannførandi avrik hjá H71 í Eysturríki um vikuskiftið. Fyrra dystin vann H71 við sjey málum, og í kvøld vunnu hoyvíkskvinnur við níggju málum.

Sostatt vann H71 tilsamans 59-43, og er víðari í EHF European Cup.

Fjáltur á hoyvíkskvinnum í byrjanini av dystinum, men síðani komu hoyvíkskvinnur fyri seg og løgdu seg trygt á odda.

H71 hevur gjørt tað gott í altjóða hondbólti. Í fjør megnaðu hoyvíkskvinnur at koma heilt í fjórðingsfinaluna, men vandin fyri kríggi steðgaði evropeiska ævintýrinum tá.

Fyrri dystur:
H71 – SC witasek Ferlach 30-23 (16-12)
Málskjúttar: Marita Mortensen 7, Jana Mittún 6, Guðrið á Borg 4, Vár Bentsdóttir Zachariasen 3, Lív Bentsdóttir Zachariassen 3, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 3, Elsa Egholm 2, Brynhild Pálsdóttir 1, Lukka Arge 1

Seinni dystur:
SC witasek Ferlach – H71 20-29 (9-15)

Málskjúttar: Lukka Arge 8, Jana Mittún 5, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 4, Guðrið á Borg 4, Marita Mortensen 2, Vár Bentsdóttir Zachariasen 1, Lív Bentsdóttir Zachariasen 1, Brynhild Pállsdóttir 1, Christina Arge 1, Sára Jacobsen 1, Inga Maria Joensen 1. 

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Ein loysn frá Sendistovuni