Helgi er úti í tveir mánaðir

Strikuspælarin, Helgi H. Hoydal, verður hvørki við í dystinum í dag móti Rumenia ella í dystinum í morgin móti Italia. 

– Tíverri fái eg ikki spælt aftur í hesi HM-undankappingini. Eg havi verið á skaðastovuni í dag og fekk at vita, at eg havi eitt beinbrot  í fótinum og skal binda frið í tveir mánaðir, sigur ein vónbrotin Helgi Hoydal.

Tað var í seinna hálvleiki í dystinum í gjár móti Ukraina, at skaðin hendi, tá Helgi í verjustøðu hoppaði eftir bóltinum og lendi skeivt og beklaði.

Føroyar hava tríggjar strikuspælarar við í hópinum, so nú verða tað Rókur Akralíð og Sigmundur Nolsøe, sum skulu traðka til uttan Helga, í dystinum í dag og í morgin.

H71 eitt mál ov stuttar til brotskastkapping

18. november 2024

European Cup er av fyri H71-kvinnur á hesum sinni, men  Tað var um reppið, at H71 og grikska A.C. Paok skuldu út í brotskastkapping í Hoyvík.

European Cup í Hoyvík

15. november 2024

Í kvøld og sunnudagin eru European Cup dystir aftur á skrá. Hesaferð í Hoyvík, har H71-kvinnur taka ímóti A.C. PAOK úr Thessaloniki úr Grikkalandi.

Fullu í seinna hálvleiki

10. november 2024

Hóast tamarhald í góðar 45 minuttir, so hendi ein niðurbræðing av føroyska liðnum seinastu 15 minuttirnar. Føroyar taptu 35-32 fyri Ukraina, eftir at okkara vóru frammanfyri 17-14 í hálvleikinum

Ein loysn frá Sendistovuni