Hesar skulu til HM í Kina

Komandi leygardag fara føroysku U20-kvinnurnar av landinum, longu ferðina til Jinzhong í Kina, har HM-endaspælið verður leikt í døgunum 24. juni til 5. juli. Hesir leikarar eru úttiknir til endaspælið.

Málverjar:
Gylta Djurhuus á Neystabø, Kyndil
Maria Beder, H71

Útileikarar:
Rakul Christiansen, H71
Helena Dahl Magnusardóttir, Neistin
Arnfríð Jacobsen, StÍF
Joan Rúnadóttir Johannesen, Kyndil
Rakul Borgarlíð Joensen, VÍF
Ró Reginsdóttir, Neistin
Silja Geirsdóttir Eystberg, Kyndil
Agatha Kjærbæk Djurhuus, VB
Karin Elisabeth Leonsdóttir Kjærbæk, Kyndil
Mira Bendix Laursen, Kyndil
Lív Rouch Ísfeld, Neistin
Asta Sofía Finndóttir Hansen, Kyndil
Eivør í Stórustovu, Neistin
Marjun Kristina Jansdóttir, Kyndil

Venjarar eru Nicholas Satchwell og Helgi Hildarson Hoydal.

Føroyar eru í bólki saman við Noreg, Kroatia og Japan. Innleiðandi dystirnir hjá Føroyum liggja soleiðis:
Mikudagin 24. juni kl. 11.30
Hósdagin 25. juni kl. 09.15
Leygardagin 27. juni kl. 09.15

Tíðirnar eru føroyskar.




U18-menn: Góvu Danmark skarpan gang

4. august 2026

Føroyar kempaðu við øllum og bardust veruliga fyri fjórðingsfinaluplássinum móti Danmark í dag. Dysturin bleiv ikki avgjørdur fyrr enn seinastu 5 minuttirnar, men Danmark sýndi styrki og vunnu 32-27, eftir at teir vóru frammanfyri 16-13 í hálvleikinum.

U18-menn: Stórt comeback í javnleiki

3. august 2026

Hóast Pólland var frammanfyri við 5 málum tá 7 minuttir restaðu, so satsaðu okkara alt og kempaðu seg til ein javnleik í allarseinasta sekundi, tá Jónas Fossabrúgv fiskaði bóltin og spældi Brand Debes Dánialsson frían beint sum tíðin fór. Dysturin endaði 35-35, eftir hálvleiksstøðuna 16-15 til Póllands.

U18-menn: Stríddust við eysturríkar

1. august 2026

Hóast Føroyar høvdu avbjóðingar við sterku eysturíksku verjuni og málverjanum, so megnaðu U18-mennirnir at hála ein góðan javnleik heim seinastu løtuna. Dysturin endaði 26-26, eftir at okkara høvdu verið aftanfyri stóran part av dystinum. Hálvleiksstøðan var 13-12 til Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni