Hákun West av Teigum í uppskoti til EHF Excellence Awards 2026

Hákun West av Teigum er í uppskoti til ársins besta høgra vong til EHF Excellence Awards 2026.

Teir sum eru í uppskoti eru:
Aleix Gómez – ESP/Barca
Lukas Zerbe – GER/THW Kiel
Bence Imre HUN/THW Kiel
Mario Sostaric – CRO/OTP Bank – PICK Szeged
Kristian Bjørnsen – NOR/Aalborg Håndbold
Hákun West av Teigum – FAR/Füchse Berlin

Tað eru landsliðsleikarar, venjarar, miðlar og fjepparar, sum koma at avgerða, hvørjir leikarar eru ársins bestu. Fjepparar kunnu atkvøða ígjøgnum EHF appina “Home of Handball” frá í morgin, mikudagin 17. juni kl. 11.00. Fjepparaatkvøðurnar telja 25%, landsliðsleikaraatkvøður 25%, venjaraatkvøður 25% og miðlaatkvøður 25%.

Les meira um EHF Excellence Awards her: Handball’s EHF Excellence Awards 2026 nominees announced

Eyka túrur til Katowice

15. juli 2026

Atlantic Airways og Hóndbóltssambandið ynskja at geva enn fleiri føroyingum møguleikan at flúgva beinleiðis til Katowice í samband við EM endaspælið hjá kvinnum.

U20-menn: Flott avrik ímóti Týsklandi

14. juli 2026

Eitt vælspælandi føroyskt lið mátti lúta fyri týsku maskinuni.

U20-menn: Fransmenn vístu sína styrki

13. juli 2026

Hóast vit í løtum sóu gott spæl bæði í álopi og verju, var einki at gera við sterku mótstøðuna.

Ein loysn frá Sendistovuni