U16-kvinnur: Ísland munin

Eftir 6-máls sigur til Føroyar í gjár, hevði Ísland munin í dag í seinna U16 vinardystinum millum Ísland og Føroyar. Ísland vann tepurt, 27-26, eftir at hálvleiksstøðan var 12-12.

Føroyar fingur aftur dag eina fína byrjan uppá dystin og vóru omaná 4-1 eftir 5 minuttir. 15-málskjúttin frá í gjár, Sigrið Hansdóttir, legði eisini hart út og gjørdi tey fyrstu trý málini hjá Føroyum. Føroyar vóru frammanfyri, men ernaðust tær íslendsku so líðandi og komu uppá javnt um miðjan hálvleik. Liðini skiftust síðani um at hava leiðsluna fram til hálvleiks, tá tað var púra javnt, 12-12. Føroyska spælið var sum heild í lagi, men vóru heldur nógvir málmøguleikar brendir og somuleiðis nakrar tekniskar villur.

Seinni hálvleikur minti um fyrra. Føroyar fingu betri byrjanina, men komu Ísland afturíaftur. Eins og í gjár vardu okkara 5-1 frá byrjan í seinna hálvleiki og hepnaðist heldur betri í mun til í gjár. Hinvegin var nakað av órógv í álopinum, har tað vóru nógvar skiftingar og funnu okkara ikki heilt rútmuna. Liðini skiftust eins og í fyrra hálvleiki um leiðsluna, men koppaði til endans til Ísland, sum vann 27-26.

Næsta uppgávan hjá Føroyum verður European Open fyrst í juli. Venjararnir hava arbeitt við einum breiðum hópi og verða eisini nakrar útskiftingar í hópinum til tað kappingina. Føroyar og Ísland hava nú møtt hvørjum øðrum fýra ferðir, og hava Føroyar vunnið tríggjar ferðir og Ísland einaferð. Liðini møtast aftur til EM-undankappingina, sum verður leikt í Føroyum, Við Tjarnir, dagarnar 27. – 29. november. Føroyar eru í bólki saman við Íslandi, Turkalandi og Ísrael.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Sigrið Hansdóttir 17
Súnfríða Zachariasen 2
Olivia Kristiansen 2
Gyða B. Djónadóttir 1
Hanna Thomsen 1
Sigrún Eyð Halldórsdóttir Fossádal 1
Sofía Bárðardóttir 1
Nana Yaa Deku 1

U18-menn: Góvu Danmark skarpan gang

4. august 2026

Føroyar kempaðu við øllum og bardust veruliga fyri fjórðingsfinaluplássinum móti Danmark í dag. Dysturin bleiv ikki avgjørdur fyrr enn seinastu 5 minuttirnar, men Danmark sýndi styrki og vunnu 32-27, eftir at teir vóru frammanfyri 16-13 í hálvleikinum.

U18-menn: Stórt comeback í javnleiki

3. august 2026

Hóast Pólland var frammanfyri við 5 málum tá 7 minuttir restaðu, so satsaðu okkara alt og kempaðu seg til ein javnleik í allarseinasta sekundi, tá Jónas Fossabrúgv fiskaði bóltin og spældi Brand Debes Dánialsson frían beint sum tíðin fór. Dysturin endaði 35-35, eftir hálvleiksstøðuna 16-15 til Póllands.

U18-menn: Stríddust við eysturríkar

1. august 2026

Hóast Føroyar høvdu avbjóðingar við sterku eysturíksku verjuni og málverjanum, so megnaðu U18-mennirnir at hála ein góðan javnleik heim seinastu løtuna. Dysturin endaði 26-26, eftir at okkara høvdu verið aftanfyri stóran part av dystinum. Hálvleiksstøðan var 13-12 til Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni