Hesir eru grønlendsku spælararnir

Næsta vikuskiftið, 12. og 13. januar, spæla manslandsliðini hjá Føroyum og Grønlandi.

Grønland verður á venjingarlegu í Føroyum, og liðini skulu spæla tveir venjingardystir.

Føroyski venjarin hjá Grønlandi, Ingi Olsen, hevur úttikið 16 mans til dystirnar.

Tann kendasti er helst stóri vinstribakkurin, Minik Høegh, sum hevur spælt í bestu donsku deildini í nógv ár, millum annað við GOG og Aarhus Håndbold. Hann spælir nú við Ajax í næstbestu deildini.

Ein annar profilur er høgribakkurin, Akatuaaneq Kreutzmann, sum spælir í Norðursjælland Håndbold.

Málverjin Isak Olsen spældi í Føroyum við StÍF í 2015 og 2016. Hann var eisini eitt stutt skifti hjá VÍF.

Fleiri aðrir spælarar á grønlendska landsliðnum spæla í næstbestu deildini í Danmark, men helmingurin spælir í Grønlandi.

Grønland var vertur fyri Pan American Handball Championship í summar. Tað er ein kapping fyri lond í Karibia, Suðuramerika, Norðuramerika og Grønland. Grønlendska landsliðið endaði nummar fýra.

Dystirnir millum Føroyar og Grønland verða spældir leygardagin 12. januar klokkan 20.00 í Høllini á Hálsi, og sunnudagin 13. januar klokkan 17.00 í høllini í Vestmanna.

Grønland
Isak Olsen, Herning (Málverji)
Taatsiaq B. Villadsen, GSS (málverji)
Nuka Heilmann, GSS
Gustav O. Egede, NUK
Inuk Olsen, GSS
Minik D. Høegh, Ajax
Akatuaaneq Kreutzmann, Nordsjælland
Lars Olse Lyberth, GSS
Aqqa Lukas Lings, GSS
Miki Heilmann, GSS
Milan Olsen, N-48
Marco Geisler, Silkeborg
Inujuuk Ostermann Søholm, GSS
Maxwell Frederiksen, Viborg
Aqqalu Sandgreen, GSS
Malik Kleist Andersen, Silkeborg

Føroyar
Niklas Simonsen, TMT Tønder
Nicholas Satchwell, Neistin
Hørður Trygvason, H71
Rói Berg Hansen, FIF
Rúni Joensen, KÍF
Sjúrður Olsen, VÍF
Rúni Vest Højgaard, H71
Brandur Halgirsson, H71
Hans Eli Sigurðbjørnsson, KÍF
Eirikur Simonsen, FFI
Peter Krogh, H71
Jónas G. Djurhuus, HØJ
Tróndur Kragesteen, Neistin
Rógvi Dal Christiansen, Kyndil
Rókur Akralíð, Kyndil
Helgi H. Hoydal, Viking Stavanger
Pætur Mikkjalson, Neistin
Áki Egilsnes, KA Akureyri
Vilhelm Poulsen, H71
Sámal á Tjaldrafløtti, Team Klaksvík
Allan Norðberg, KA Akureyri
Pætur Thomsen, H71

Manslandsliðið er úttikið

16. apríl 2025

Hesir skulu royna at vinna Føroyar til EM-endaspælið. Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undankappingardystirnar móti Kosovo og Ukraina í mai.

Soleiðis verður HM-endaspælið

14. apríl 2025

Við kvinnunum luttaka Føroyar fyri fyrstu ferð nakrantíð í einum HM-endaspælið fyri vaksin. HM-endaspælið verður leikt í Týsklandi og Niðurlondum í døgunum 26. november til 14. desember 2025.

Søga! – HM-endaspælið veruleiki!

13. apríl 2025

Føroysku kvinnurnar gjørdu nóg mikið. Føroyar skulu til HM-endaspælið eftir sigur við 9 málum samanlagt móti Litava. Seinni dysturin í Litava var tó misjavnur, og Føroyar taptu 30-29, eftir at Litava var frammanfyri 14-11 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni