Hilmar Leon verður ikki við

Hilmar Leon Jakobsen hevur givið avboð til EM-undankappingardystirnar móti Montenegro og Danmark.

Vinstri bakkurin, sum hevur verið darvaður av skaða í longri tíð, og sum nú var mettur endiliga at vera til reiðar aftur at gera mun á landsliðnum, er kortini ikki tøkur til komandi undankappingardystirnar. Hann hevur fingið trupulleikar við lúskuni, sum ger, at hann ikki verður við.

Landsliðsvenjarin, Sonni Larsen, hevur ístaðin sent boð eftir Eiriki Simonsen.

Føroyar og Montenegro spæla í Farum hóskvøldið kl. 18.30 føroyska tíð, og dysturin móti donsku heimsmeistarunum verður í Aalborg sunnudagin klokkan 17.00.

Atgongumerki til dystin móti Montenegro kunnu keypast her. 

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni