Hjalti nýggjur hjálparvenjari

Hjalti Mohr Jacobsen er settur sum nýggjur hjálparvenjari hjá A-landsliðnum hjá monnum. Hann tekur við eftir Julian Johansen, sum steðgaði eftir HM-undankappingardystirnar móti Norðurmakedonia, tá tíðin ikki rakk til starvið.

Hjalti Mohr Jacobsen er 38-ára gamal og hevur hann venjararoyndir frá Kyndli, har hann m.a. hevur vant mansliðið seinasta kappingarár. Hjalti hevur eisini staðið á odda fyri U04 landsliðnum saman við Djóna Gaard Joensen, og hava teir ført liðið til trý endaspøl. Sáttmálaskeiðið hjá Hjalta er galdandi fyri komandi EM-undankappingina og eitt møguligt endaspæl.

A-landsliðið hjá monnum skal eisini hava nýggjan liðleiðara, tá Jóngerð Nielsen hevur takkað fyri seg, eftir at hon hevur staðið fyri praktisku uppgávunum kring liðið seinastu fimm árini.

Næsta uppgávan hjá A-landsliðnum hjá monnum, Hjalta Mohr Jacobsen og Peter Bredsdorff-Larsen, høvuðsvenjara, verður EM26-undankappingin, sum byrjar í november, tá Føroyar møta Kosovo á heimavølli og Ukraina á útivølli.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni