Íblástur við Peter Bredsdorff-Larsen

Týsdagin 27. august verður íblástrarskeið við A-landsliðsvenjaranum Peter Bredsdorff-Larsen. Skeiðið verður í Høllini við Streymin.

Skeiðið er fyri allar hondbóltsvenjarar og verður hildið í sambandi breiddarsamligina hjá A-landsliðnum.
Peter fer at hava eina framløgu um endamálið við venjingini og eftir venjingina verður eftirmeting, kjak og samanumtøka.

Feløgini hava fingið innbjóðing og er freistin at melda til fríggjadagin 23. august. Tað er gratis at luttaka.

Skráin fyri skeiðið:
17.30 – 18.15 Fundur við venjararnar og upplegg um endamálið við venjingini
18.30 – 20.00 Venjing við breiddarhópinum hjá A-landliðnum
20.00 – 21.00 Eftirmeting saman við venjarunum, samanumtøka og kjak um menning

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni