Hondbóltslega í Vági

Páska-Camp er heitið á hondbóltsleguni, sum verður um páskirnar, fyri hondbóltsspælarar fødd í 1999 til 2002.  Tað er VB og Ítróttaskúlin í Suðroy, sum skipa fyri.

Sagt verður soleiðis frá fyriskiparunum:

Hesar tríggjar dagarnar fara vit at menna hóndbóltspælið, umframt at flyta nøkur mørk, eisini uttanfyri hóndbóltsvøllin. Vit fara eisini at vísa ítróttaháskúlan fram í hesum sambandi.

Umframt hetta fara vit at skipað fyri spennandi venjingum, sum hava til endamáls at menna tann einstaka hóndbóltsleikaran við støði í egnari styrki og veikleikum.

PÁSKA-CAMP verður skipað undir leiðslu av venjarum og royndum spælarum, umframt royndum ítróttarfólki, sum starvast á ítróttaháskúlanum í Suðuroy.

Undirvísarar verða m.a.:

Rasmus Stensgaard:
Rasmus er venjari hjá Hvonn-deildini hjá VB og hevur eisini høvuðsábyrgdin av hondbóltslinjuni á Ítróttaháskúlanum.

Guðmundur Joensen:
Guðmundur er leiðari á Ítróttaháskúlanum og er fyrrverandi elitu tri-athletur.

Øssur Eiriksfoss:
Øssur hevur universitets-útbúgving innan ítrótt og arbeiðir á Ítróttaháskúlanum. Øssur hevur eisini vunnið donsku Ninja Warrior kappingina.

Gurið Krosslá Augustinussen:
Gurið spælir við Hvonn-deildini hjá VB og hevur 20 ár á baki sum hondbóltsspælari í bestu deildini í Føroyum. Gurið hevur eisini spælt fleiri A-Landsdystir.

Á PÁSKA-CAMP kunnu spælarar væntað sær ymiskar avbjóðingar. Les meira her:

– Spennandi markleysar adventure avbjóðingar í besta umhvørvi í landinum.

– Fyrilestrar um grundleggjandi venjing og lívstíl, sum er ein partur av Ítróttaháskúlanum.

– Venjingar við Rasmus Stensgaard, venjari hjá VB, umframt Gurið K. Augustinussen

– Video-upptøkur og -analysa av hvørjum einstøkum leikara.

– Spennandi fyrilestrar um vinnara-mentalitet, elitu-ítrótt, talent og hart arbeiði, osfv..

TILMELDINGIN BYRJAR LEYGARDAGIN 16. DESEMBER. PLÁSS ER FYRI 20 GENTUM OG 20 DREINGUM FØDD Í 1999-2002.

PÁSKA-CAMP 2018 er í døgunum 26. til 28. mars og kostar kr. 995,- Íroknað kostnaðin er gisting, matur og ein hettutroyggja.

PÁSKA-CAMP heldur til í Vágs Høll, men leikarar gista í smáttunum hjá Ítróttaháskúlanum og eta í Stóra Pakkhúsi, har Ítróttaháskúlin heldur til.

Tilmelding fer fram á info@his.fo ella á tlf. 50 48 18 Rasmus Stensgaard. Tilmeldingar- og gjaldsfreist er 1. februar 2018.

Luttøkugjaldið skal flytast á konto í Suðuroyar Sparikassa (reg. nr. 9870) 997.675.3.

Viðmerk: ”Navn og PÁSKACAMP 18″.

Tilmeldingin verður skipað sum “først til møllen”, tvs. at tær fyrstu 20 genturnar og teir fyrstu 20 dreingirnar fáa pláss á PÁSKA-CAMP 2018.

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni