Innbjóðing til venjaraskeið, stig 1.2

Seinni partur av stig 1 í venjaraútbúgvingini byrjar í februar 2026. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum, ið geva luttakarunum bæði ástøðiliga og praktiska vitan.

Fyri at luttaka á stig 1.2 skal luttakarin hava staðið stig 1.1.

Tilmelding fer fram á: https://forms.office.com/e/DE2tfaiRi2.

Endamál við skeiðinum
Endamálið við venjaraskeiðinum er at geva venjarum íblástur og amboð til at skipa ein mennandi venjingartíma. Dentur verður lagdur á:

  • Hvussu kann tillagast út frá eygleiðingum í venjingini,
  • Hvussu tryggjað verður, at venjingin stuðlar menningini hjá hvørjum einstøkum leikara,
  • Hvussu skaðafyribyrging kann gerast ein natúrligur partur av venjingini,
  • Leiklutur venjarans,

Tíðarætlan:
Online tilfar:
Evni 1: Leiklutur venjarans
Evni 2: Hvussu mennast børn og ung

4. februar 2026, kl. 17:00 – 21:00
Evni: Hvussu skipi eg eina venjing, ið gevur møguleika fyri menning av hvørjum einstøkum leikara.
Fysisk venjing

25. februar 2026, kl. 17:00 – 21:00
Evni: Hvussu eri eg sum venjari.

11. mars 2026, kl. 17:00 – 21:00
Evni: Fyrireiking og eftirmeting av venjingum.

Ongin próvtøka er á skeiðinum, men krav er um 100% uppmøting fyri at fáa prógv.

Í mestalagi 25 luttakarar kunna luttaka á skeiðinum.

Aldursmark: 16 ár
Kostnaður: 495,00 kr.

Eru spurningar ella ivamál eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Mark á mark@hsf.fo ella 231981.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Ein loysn frá Sendistovuni