Ísland eisini omaná í dag

Ísland vann eisini seinnu U16- og U18-landsdystirnar móti Føroyum. Báðir seinnu dystirnir endaðu við trýmáls sigri til íslendingar.
U16-kvinnurnar spældu aftur í dag ein tættan dyst móti íslandi. Dysturin endaði 22-19 til Ísland, eftir at tær vóru frammanfyri 10-7 í hálvleikinum. Ísland vann seg fram um í byrjanini av dystinum og vóru tær frammanfyri við 2-3 málum tað mesta av dystinum. Føroyska spælið var heldur rótut í dag og vóru ov nógvar tekniskar villur og brend skot. Dystirnir báðir móti Íslandi hava tó verið góð fyrireiking til European Open, sum liðið skal luttaka í dagarnar 4. – 8. juli.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Fjóla Skaalum Vilhelm 4
Joan Johannesen 3
Ró Reginsdóttir 2
Silja Geirsdóttir Eystberg 2
Karinbeth Kjærbæk 2
Sára Hórðará 2
Rakul Borgarlíð Joensen 2
Guðrun Andreassen 1
Sára Berg á Lag 1

Málverjar:
Anita Dahl 9 bjargingar
Gylta á Neystabø 2 bjargingar

U18-kvinnurnar taptu eisini sín dyst við trimum málum. Úrslitið var ein 27-24 sigur til Ísland, eftir at Ísland var frammanfyri 13-10 í hálvleikinum. Eisini í hesum dystinum var ísland frammanfyri tað mesta av dystinum. Á føroyska liðnum var serliga Maria Páldóttir Nólsoy eyðsýnd og skeyt hon heili 11 mál, harav fýra vóru brotskøst. Bæði Ísland og Føroyar skulu luttaka í HM í Norðurmakedonia, sum byrjar 30. juli.

Maria Pálsdóttir Nólsoy 11 (4)
Bjørk Franksdóttir 4
Inga Maria Joensen 2
Lukka Arge 2 (1)
Marita Fríða Magnadóttir 1
Barbara Hammer 1
Lea Mohr 1
Karin Egholm 1

Málverjar:
Silja Arngrímsdóttir Müller 6 bjargingar
Marita Arge 1 bjarging

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

U18-menn: Smálutir avgjørdu

7. august 2026

Hóast Føroyar spældu ein góðan dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni