Stroymið U16-landsdystir

U16-landsdystirnir hjá monnum, sum verða á Hálsi í vikuskiftinum verða stroymdir.

Tað kostar 39 kr. at stroyma dystirnar um ein ikki hevur hald.

Stroymið dystirnar her:
Stroyma hondbólt | HSF.live

Leiksskráin sær soleiðis:
Leygardagin 11. juni kl. 15.00 Føroyar – Ísland
Sunnudagin 11. juni kl. 17.00 Føroyar – Ísland

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni