Kæran hjá Stjørnuni avvíst

Aganevndin hevur týsdagin sent Stjørnuni fráboðan um, at kæran, sum Stjørnan sendi inn eftir steypadystin millum kvinnuliðini hjá Stjørnuni og Neistanum, er avvíst.

Aganevndin vísir í avgerðini á, at mótmæli, sum var lagt í dystinum, ikki er sambært kappingarreglunum og forskriftunum fyri tá mótmæli verður lagt.

Mótmæli skal leggjast beint eftir, at skeivleikin er staðfestur ella møguligt mistak er gjørt, og skrivarin skal skriva mótmælið á dómaraseðilin. Dómaraborðið skal beinanvegin geva dómarunum fráboðan um mótmælið, og er spælið hereftir tikið uppaftur, hava partarnir góðtikið tað, sum er farið fram.

Aganevndin skilir út frá frágreiðingunum, at dysturin var tikin uppaftur eftir hendingarnar uttan at mótmælið var lagt, og at hetta ikki var lagt fyrr enn løtu eftir at dysturin var av. Sostatt var mannagongdin í kappingarreglu 5.17 ikki fylgd, sum greitt vísir á, at mótmælið skal leggjast beinleiðis í sambandi við hendingina, at partarnir hareftir skulu kunnast og at dysturin hareftir kann takast uppaftur.

Avgerðin kann lesast her:
21-0126 Neistin – Stjørnan mótmæli

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

Ein loysn frá Sendistovuni