Seinasta leikaramenning fyri U14

Leygardagin 23. januar var seinasta leikaramenning fyri U14, árgangur 2006 og 2007, hetta kappingarárið.

Venjingin var á Argjahamri, har dentur var lagdur á verjuspæl við serligum atliti til flytføri, framskygni og  at stjala bóltar.

Genturnar í árgangi 06 og 07 enda teirra leikaramenning við einari venjingarlegu uttanlands. Tað er tó enn óvist, nær hendan verður vegna korona. Komandi kappingarár verður árgangurin til eitt landslið, har fyrsta uppgávan er U16 European Open 2022.

Dreingirnir halda áfram í leikaramennigini í eitt ár afturat, men komandi kappingarár koma árgangirnir 06 og 07 at venja saman, og koma at hava fleiri venjingar á skrá, og koma at enda við einari venjingarlegu uttanlands um várið 2022.

Venjarar eru: Morten Helwig og Jóhan Hofgaard hjá gentunum, meðan Christoffur Gert Nielsen og Terji Mørk eru venjarar hjá dreingjunum. Mladen Meri Mjerimacka er málverjavenjari.

Leikaramenning fyri árgangin 2008 hevur eina samling eftir hetta kappingarárið, og er hon í døgunum 27. – 28. februar.

U18-menn: Smálutir avgjørdu

7. august 2026

Hóast Føroyar spældu ein góðan dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum.

U18-menn: Runnu aftaná allan dystin

6. august 2026

Føroyar vóru leingi um at fáa glið á og runnu aftaná Norðurmakedonia allan dystin. Hóast spælið ikki var hart, so var dysturin merktur av nógvum útvísingum,16 í tali, og reyðum kortum, 4 í tali, og gjørdi hetta eisini at rútma ongantíð kom í dystin. Norðurmakedonia vann 34-32, eftir at teir vóru á odda 18-13 í […]

U18-menn: Góvu Danmark skarpan gang

4. august 2026

Føroyar kempaðu við øllum og bardust veruliga fyri fjórðingsfinaluplássinum móti Danmark í dag. Dysturin bleiv ikki avgjørdur fyrr enn seinastu 5 minuttirnar, men Danmark sýndi styrki og vunnu 32-27, eftir at teir vóru frammanfyri 16-13 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni