Kappingarárið er endað

Hondbóltssamband Føroya hevur avgjørt at enda SMS- og Okkara-kappingarnar. Hetta merkir, at eingin føroyameistari verður funnin í SMS- og Okkara-kappingunum kappingarárið 2019/2020.

Hondbóltssambandið hevur annars lagt nógv fyri at fáa SMS- og Okkara-kappingarnar avgreiddar og hevur m.a. gjørt nógv burturúr, í samráð við feløgini, at tillaga kappingarnar soleiðis, at tær kundu verða avgreiddar forsvarliga, um so var, at hetta fór at verða mett at verða ráðiligt innanfyri eitt rímiligt tíðarskeið.

Aftaná at politiska skipanin áðrenn páskir mælti til, at kappingar í m.a. hondbólti kunnu byrja aftur 9. mai, vendi Hondbóltssambandið sær sum avrátt til Corona-ráðgevingina við einum uppskoti til mannagongd til, hvussu venjingar og dystir kunnu verða lagdir til rættis. Hondbóltssambandið skilir svarið frá Corona-ráðgevingini soleiðis, at tað undir núverandi umstøðum verður frámælt, at hondbóltsvenjingar og dystir verða fyriskipað tær næstu vikurnar.

Vísandi hertil og til, at Hondbóltssambandið áður hevur sett 31. mai sum evsta mark fyri, nær SMS- og Okkara-kappingarnar skuldu verða avgreiddar, hevur Hondbóltssambandið avgjørt at enda SMS- og Okkara-kappingarnar 2019/2020.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni