Kekkia – Føroyar kl. 19.15

Í kvøld møtir føroyska A-landsliðið hjá monnum Kekkia á útivølli í Brno. Dysturin kann stroymast á heimasíðuni kvf.fo og FM1 hevur eisini beinleiðis studiofrásøgn frá dystinum.

Kekkia er liðið, sum er hægst styrkismett í bólkinum, men tapti liðið mikudagin við einum málið fyri Russlandi.

Sunnudagin spæla Føroyar og Ukraina í Høllini á Hálsi kl. 18.00. Hetta er fyrsti altjóða skrásetti heimadysturin hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum í fýra ár, sum verður leiktur í Føroyum. Føroyar hevur til hesa EM-undankappingina fingið undantak, at hýsa manslandsdystum í Føroyum nú koronastøðan hevur gjørt so avbjóðandi at hýsa dystum.

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni