Kunning frá dómaranevndini

Í sambandi við dystin millum H71 og Neistan í Okkara deildini tann 20. januar 2019, hava viðmerkingar frá einum av venjaranum á útvarpsrásini FM1, verið alment umrøddar í fjølmiðlunum.

HSF ynskir í hesum sambandi at heita á venjarar, leikarar og onnur avvarðandi um at kenna sær hógv eftir dystir, millum annað tá ið tey verða biðin um at úttala seg til fjølmiðlar.

Dómaranevndin viðurkennir talufrælsið, men vil samstundis vísa á, at venjarar eru leiðarar og fyrimyndir og setur óhóskandi málburður og umrøða okkara ítrótt og dómarar í ringt ljós.

Dómaranevndin hevur í slíkum føri heimild til at vísa tílíkan atburð og útsagnir til aganevndina til viðgerðar. Í nevnda føri hevur dómaranevndin heitt á H71 um at tryggja, at hetta ikki endurtekur seg. Dómaranevndin ger ikki meira við málið.

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni