Kyndil bæði Lionsbikørini

Árligu stórsteypadystirnir í hondbólti, har tey bestu farna kappingarár kappast um Lionsbikarið, vórðu spældir í Høllini á Hálsi í gjár.

Hjá kvinnum hittust H71 og Kyndil, H71 sum FM-vinnari og Kyndil sum steypavinnari. Dysturin var tættur, vælleiktur og spennandi, men hevði Kyndil munin í seinna hálvleiki. Úrslitið gjørdist 35-33 til Kyndil, eftir at H71 vóru frammanfyri 16-12 í hálvleikinum.

Hjá monnum hittust FM-vinnararnir úr Kyndli og steypavinnararnir H71. Dysturin var í stóran mun eitt framhald av FM-finalunum farna kappingarár, har liðini løgdu nógv fyri og góvu og tóku. Kyndil hevði leiðsluna stóran part av dystinum, men gjørdist heilt spennandi móti dystarloki, tá H71 minkaðu um munin. Tað rakk tó ikki, og Kyndil megnaði at halda leiðsluna og vunnu fyrsta steypið í kappingarárinum 2025/26.

H71 – Kyndil 33-35 (16-12)
Málskjúttar:
Kyndil – Turið Arge Samuelsen 10, Bjarta O. Johansen 8, Bára K. Hansen 5, Joan Johannesen 4, Asta Sofía F. Hansen 3, Silja Geirsdóttir Eystberg 3, Hanna Jakobsdóttir Dalsgarð 1, Marjun Jansdóttir 1

H71 – Maria Halsdóttir Weyhe 11, Karina Debes Heinesen 5, Tóra Róadóttir 4, Rakul Christiansen 3, Karin Egholm 3, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 3, Sára Berg á Lag 2, Inga Maria Joensen 1, Elida Joensen 1

Kyndil – H71 24-23 (13-10)
Málskjúttar:
Kyndil – Ovi Lützen 9, Høgni Klein Olsen 5, Tobias Thisen 5, Rógvi Dal-Christiansen 3, Teitur Poulsen Hellisdal 1, Gabriel Nolsø Petersen 1,

H71 – Høgni Heinason 5, Brian Slyne 4, Jón Rói Mohr Høgnesen 3, Jákup Egholm 3, Høgni Højsted 3, Boas Ellefsen á Skipagøtu 3, Helgi Hildarson Hoydal 2

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

U18-menn: Smálutir avgjørdu

7. august 2026

Hóast Føroyar spældu ein góðan dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni