Kyndil og VÍF vunnu Lionsbikarið

Árligu stórsteypadystirnir í hondbólti, har tey bestu farna kappingarár kappast um Lionsbikarið, vórðu spældir í Høllini á Hálsi í gjár.

Hjá kvinnum hittust H71 og Kyndil, H71 sum FM-vinnari og Kyndil sum steypavinnari. Kyndil vann dystin sera greitt, úrslitið gjørdist 30-23, eftir at tær vóru frammanfyri 15-6 í hálvleikinum. H71 hevur mist nógvar leikarar í mun til kappingarárið í fjør, meðan bulurin á kyndlaliðnum er hin sami. Hetta kom til sjóndar í dystinum, har royndara Kyndlaliðið hevði fleiri streingir at spæla uppá.

Hjá monnum hittust steypavinnarnir og FM-vinnararnir úr H71, VÍF luttók við at vera nr. 2 í landskappingini. Dysturin gjørdist ongantíð spennandi, tí vestmenningar settu seg á dystin beinan vegin og løgdu seg tíðliga fram um við fleiri málum. Úrslitið gjørdist 32-26 til VÍF, eftir at vestmenningar vóru framman fyri 18-11 í hálvleikinum. Eisini hjá monnunum hevur H71 mist nógvar leikarar, meðan VÍF liðið líkist sær sjálvum í mun til kappingarárið í fjør.

H71 – Kyndil 23-30 (6-15)
Málskjúttar:
H71 – Elsa Egholm 7, Anna Elisabeth H. Weyhe 4, Lukka Arge 4, Guðrið á Borg 3, Karin Egholm 2, Christina Arge 2, Sára Jacobsen 1

Kyndil – Turið Arge Samuelsen 11, Bjarta Osberg Johansen 6, Bára K. Hansen 5, Nadja Pejovic 3, Inga Maria Roysdóttir 2, Hanna J. Dalsgarð 2, Silja G. Eystberg 1

H71 – KÍF 26-32 (11-18)
Málskjúttar:
H71 – Bogi Hansen 11, Sveinur Olafsson 6, Ísak Vedelsbøl, Tórstein Sivertsen 1, Haraldur Karlsson 1, John Skaalum Vilhelm 1, Høgni Højsted 1, Willian N. Djurhuus 1, Sakaris Sakarisson 1, Rókur Ziskason 1,

VÍF – Filip Jojic 12, Kristoffur Bjørgvin 5, Andrias Eriksen 4, Johannes Bjørgvin 3, Jón Müller 3, Hallur Arason 3, Tróndur Johnsson 2,

Kyndil føroyameistarar 2026

6. mai 2026

Kvinnurnar hjá Kyndli tryggjaðu sær í kvøld SMS FM-heitið 2026, hetta eftir fjórðu finaluna móti VÍF. Hetta er 10. FM-heitið hjá kyndlakvinnum.

Mánadagin, 4. mai kl. 10.00, koma føroysku EM-atgongumerkini til sølu

3. mai 2026

Ætlar tú til Katowice í desember 2026 at síggja Føroyar í EM-endaspælinum fyri kvinnur, og vilt tú tryggja tær sess saman við føroyingunum í Spodek arena?

Sendistovan nú stórstuðul hjá HSF

29. apríl 2026

Hondbóltssambandið og Sendistovan hava longt stuðlasamstarvið. Sendistovan, sum hevur verið stuðul hjá HSF í góð 10 ár, er nú vorðin stórstuðul.

Ein loysn frá Sendistovuni