Vanlukkutrygging

Vanlukkufrabodan_ISF

Felags Vanlukkutrygging hjá Ítróttasambandi Føroya

Ítróttasamband Føroya hevur endurnýggjað vanlukkutryggingina fyri sínar íðkandi limir.
Ein vanlukkutilburður merkir “ein brádlig hending, ið elvir til likamsskaða”.
Endurgjald verður veitt vísandi til tryggingartreytirnar.
Tryggingarhædd fyri hvønn einstakan lim:

-250.000 kr við deyða
. Tó kr. 25.000 kr. við deyða hjá børnum yngri enn 18 ár
-500.000 kr við avlamni

Tryggingaravtalan umfatar IKKI dagpening fyri eitt nú mista arbeiðsinntøku

Hvør er tryggjaður:
Tryggingin fevnir um allar virknar limir innan Ítróttasamband Føroya, t.e. limir í ítróttafeløgum undir Ítróttasambandi Føroya, sum hava limagjaldsviðurskifti síni í lagi.

Umfatar IKKI:
Teir spælarar, ið eru sáttmálasettir.

Hvar tekur tryggingin við:
Tryggingin tekur við undir ítróttakapping ella venjing, sum er fyriskipað av tryggingartakaranum, t.e. ÍSF ella tess sersambondum.
 Somuleiðis tekur tryggingin við undir vanligari ferðing ella flutningi beinleiðis til og frá heimstaðnum hjá ítróttafelagnum í samband við kapping ella venjing, sum fer fram uttan fyri kommunumark. Tryggingin tekur bert við í Føroyum.
Hvar tekur tryggingin ikki við:
Tryggingin tekur ikki við, tá eitt ítróttafelag sjálvt skipar fyri eini kapping, tvs. einari kapping sum ikki er fyriskipað í samstarvi við avvarðandi sersamband.

Viðgerðar- og flutningsútreiðslur:

Tryggingin fevnir um viðgerðar- og flutningsútreiðslur, tó verður útgoldið í mesta lagi 5.000 kr.

Ábyrgd:
Tað áliggur tryggingartakaranum at fyriskipa trygdarreglur í sambandi við hvørja einstaka ítróttargrein.
Ítróttarfeløgini bera ábyrgdina av, at hesar verða fylgdar.

Fráboðan og treytir:
Heinta vanlukkufráboðanarskjal, og sí meira um tryggingartreytirnar ovast a hesi síðuni.

Tryggingarviðurskifti annars:
Ítróttasamband Føroya metir tað vera av sera stórum týdningi, at trygdin er í lagi og heitir tískil á ítróttafeløgini um at hava tryggingarviðurskiftini í lagi, tá tey sjálv skipa fyri kappingum. Vit heita á ítróttafeløgini at hava tryggingarviðurskiftini í lagi fyri allar sínar limir, hjálparfólk og starvsfólk.

Sí aðrar tryggingarmøguleikar fyri ítróttafeløg í leinkjuni ovast á hesi síðuni.

Ein loysn frá Sendistovuni