Lýsing eftir kropsligum venjara

Hevur tú ein brennandi áhuga fyri kropsligari venjing, og ynskir tú at vera við til at menna føroyskan hondbólt?

Føroyskur hondbóltur hevur verið í støðugari menning seinastu árini. Stóra menningin setir alsamt størri krøv til kropsliga partin. Hondbóltssamband Føroya søkir tí eftir einum ágrýtnum og dugnaligum kropsligum venjara, sum vil verða partur av framtíðarmenningini av føroyskum hondbólti.

Starvið
Yvirskipaða uppgávan hjá kropsliga venjaranum verður at samskipa, menna og arbeiða við átøkum/tiltøkum, sum styrkja kropsliga partin í føroyskum hondbólti bæði nú og frameftir.

Í hesum sambandi eru fleiri ítøkiligar uppgávur, m.a.:

  • Gera venjingarætlanir til leikarar á bæði ungdóms- og A-landsliðnum,
  • menna og samstarva við feløgini um kropsliga venjing, harundir at skipa leistir, ið kunna brúkast av føroysku feløgunum til betri kropsliga venjing,
  • skipa fyri skeiðum um kropsliga venjing fyri venjarum og feløgum og
  • greina og fylgja við í kropsliga førleikanum hjá leikarum og gera framhaldandi tillagingar í venjingini.

Førleikakrøv og persónligir eginleikar
Kropsligi venjarin skal hava viðkomandi útbúgving og royndir innan kropsliga venjing. Harumframt vænta vit, at tú:

  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst fram ímóti settum málum.
  • hevur góð samstarvsevni og dugir at samskifta við ymiskar partar, og
  • ert fleksibul og forvitin eftir at læra nýggjar arbeiðshættir.

Løn og setanartreytir
Talan er um eitt fulltíðarstarv, ið verður sett sum skjótast. Talan er um skiftandi arbeiðstíðir, har ein partur er uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

Starvið verður skipað og lønt eftir avtalu, har bæði førleikar og royndir verða tikin við í metingina.

Starvið er tíðaravmarkað til tvey ár.

Umsókn og nærri kunning
Umsóknir kunnu sendast til andrass@hsf.fo í seinasta lagi tann 16. februar 2025.

Vilt tú vita meira, kanst tú seta teg í samband við stjóran hjá HSF, Andrass Thomsen, tlf. 231984,

U17-landsliðið úttikið

12. november 2026

U17-landsliðið, sum skal kappast á heimavølli Við Tjarnir vikuskiftið 27. – 29. november, er nú úttikið. Talan er um EM-undankappingarbólk, har Ísland, Ísrael, Turkaland og Føroyar kappingast um tvey pláss í EM-endaspælinum í summar.

European Cup heldur fram

10. november 2026

Tað eydnaðist tíverri ikki VÍF at koppa sterku slovakisku HK Slovan Dusla Sala á útivølli í vikuskiftinum. Slovakiska liðið vann 65-50 tilsamans, og eru VÍF harvið úti úr kappingini. European Cup hondbólturin heldur tó fram við neistakvinnum og H71 komandi vikuskiftið.

EM-liðið hjá kvinnum úttikið

9. november 2026

Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum í desember, sum verður leikt í Póllandi, Rumenia, Kekkia, Slovakia og Turkalandi.

Ein loysn frá Sendistovuni