Møguleiki at stuðla landsliðunum fíggjarliga

Ungir føroyskir hondbóltsleikarar sýna eyðsýndar gávur á ovastu hondbóltsrók í hesum døgum. Somuleiðis hava A-landsliðini víst, at vit kunnu verða við, har tað er stuttligt.

Tað er samstundis ein sannroynd, at landsliðshondbóltur kostar og at vit ikki hava nøktandi umstøður her heima at hýsa altjóða A-landsdystum og tískil mugu spæla heimadystir í Danmark.

Fleiri feløg og privat persónar hava spurt, um tey kunnu stuðla landsliðsarbeiðinum, soleiðis at vit framhaldandi tryggja góðu gongdina og geva føroya fólki spennandi landsdystir av savnast um. Vit vilja her geva fyritøkum og privat persónum møguleikan at stuðla føroyskum hondbóltsítrótti, sum í løtuni er við til at seta tjóðina á heimskortið.

Ynskja tit at stuðla fíggjarliga, kunnu tit flyta einhvørja upphædd tykkum lystir á konto hjá HSF í BankNordik 6460 1012896.

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni