Natasja avloysir Mariu

Ein útskifting er í kvinnulandsliðshópinum, sum skal møta Svøríki í morgin. Natasja Hammer er kallað inn fyri Mariu Pálsdóttir Nólsoy, sum var óheppin og breyt ein fingur til venjingina mánadagin.

Lækni hevur eftirhugt brotið og má Maria leggjast undir skurð hósdagin og verður sostatt ikki við móti Svøríki mikudagin og Íslandi sunnudagin. Landsliðsvenjararnir hava ístaðin sent boð eftir Natasju Hammer, sum hevur vant saman við hópinum í gjár og í dag.

Føroyar møta Svøríki á heimavølli í Høllini á Hálsi í morgin kl. 19.00, og Íslandi á útivølli, sunnudagin kl. 17.00. Kringvarpið sendir báðar dystirnar.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Faxe Kondi kappingin byrjar í dag

6. oktober 2026

Fyrsti dysturin í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum verður leiktur í kvøld kl. 20.30 í Hoyvíkshøllini, har H71 2 møta Neistanum 2. Dysturin kann eisini stroymast á Portal Play.

Ein loysn frá Sendistovuni